Fótbóltur

Meinhard Egilsson skoraði sítt fyrsta mál fyri Kolding

Hetta var við brotssparki í Esbjerg, og var føroyingurin við til venda dystinum í dag. Níggju minuttir eftir 1-1 málið hjá Meinhardi avgjørdi Kolding dystin.

Meinhard Egilsson Olsen er komin væl frá byrjan í Kolding, og í dag skoraði hann týðandi mál úr ellivu metrum (Mynd: Kolding IF)

Meinhard Egilsson Olsen er komin væl frá byrjan í Kolding, og í dag skoraði hann týðandi mál úr ellivu metrum (Mynd: Kolding IF)

2025-04-06 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meinhard Egilsson Olsen er komin væl frá byrjan í Kolding. 27-ára gamli runavíkingurin hevur verið við í byrjanaruppstillingini hjá liðnum á 4. plássi í næstbestu donsku deildini allar seks kappingardystirnar, síðani hann kom til felagið - í Montenegro í síðstu viku var Meinhard millum allarbestu føroyingarnar.

Fyrstu fýra dystirnar fyri Kolding var tað sum vinstri vongbakkur. Meinhard Egilsson hevur verið við at hildið málið reint tríggjar ferðir og lagt upp til eitt mál, og í dag skoraði hann sítt fyrsta mál fyri felagið.

Hetta var í Esbjerg, sum Kolding eisini vann á í fyrsta kappingardystinum hjá Meinhardi. Esbjerg legði seg á odda stutt eftir steðgin, men í 75. minutti fekk útiliðið brotsspark. Hetta skuldi føroyingurin gera, og tað gjørdi Meinhard Egilsson trygt. 

[object Object]

[object Object]
Meinhard hevur skorað og verður hann síðani fagnaður - føroyski vongurin átti sín lut í at venda dystin (Myndir: Kolding IF)

1-1 og níggju minuttir seinni skoraði Sterling Yateke til 2-1, og Kolding fór avstað við øllum.

[object Object]
Meinhard Egilsson Olsen og liðfelagarnir kundu fegnast eftir málini hjá Kolding seint í dystinum (Myndir: Kolding IF)

Kolding hevur níggju stig upp til Fredericia og 2. plássið sum gevur play-off pláss. OB og 1. plássið er 15 stig burtur. Átta dystir resta í, í NordicBet-deildini.

Fredericia vann í seinasta umfari á júst Kolding (einasta tapið hjá Meinhardi higartil í felagnum) og í gjár á OB. Í báðum førum vardi Valdemar Birksø málið hjá Fredericia, og helt tað reint - Mattias Lamhauge sat á bonkinum.

Sí eisini: Daniel Johansen legði upp til bæði málini

Fríggjakvøldið taka Meinhard Egilsson og Kolding móti Hvidovre.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder