Fótbóltur

Daniel Sturridge skuldsettur fyri ólógliga vedding

Hevur eisini latið innanvitan víðari til annan veddara.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-11-13 10:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enski áleyparin, Daniel Sturridge, sum hevur havt trupulleikar við at spæla seg til eitt fast pláss í álopinum hjá Liverpool, er nú komin í miðlarnar – men ikki fyri tað jaliga.

Enska fótbóltssambandið, FA, skuldsetti í gjár Sturridge fyri brot á rreglurnar fyri vedding, sæst á heimasíðuni hjá fótbóltssambandinum.

Sambært FA hevur áleyparin sett pengar í vedding av fótbóltsdystum. Tað er ólógligt fyri spælarar í Onglandi. Hann skal eisini hava latið upplýsingar víðari til triðjapart, ið ætlaði at vedds upp á fótbóltsdystir.

Talan skal vera um upplýsingar, sum Sturridge hevur fingið í sínum leikluti sum fótbóltsspælari, og sum ikki hava verið kunnugir fyri almenningin. Tað er ikki loyvt at lata upplýsingar víðari til triðjapart, ið ætlar at vedda upp á dystir.

Ólógligu gerðirnar skulu hava gingið fyri seg í januar mánaði í ár.

29 ára gamli Daniel Sturridge hevur fingið freist til 20. november at koma við frágreiðing til FA, skrivar BBC.

Sturridge kom til Liverpool frá Chelsea í 2013. Hann var eitt skifti seinasta kappingarár útleigaður til West Bromwich. Hann hevur spælt 26 landsdystir fyri Ongland, seinast í oktober í fjør.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder