Føroyingarfelagið í Norðurjútlandi er í hørðum botnstríði í triðbestu donsku deildini, men í kvøld eydnaðist Thisted FC at vinna týðandi sigur.
Hetta var fyrsti sigur hjá felagnum í kappingardysti í 2024. Tað var føroyski vinstri bakkurin, ið avgjørdi hetta. Daniel Johansen skoraði í 1. hálvleiki, tá bólturin datt til hann. Staddur nakað inni í Skive-brotsteignum sveiggjaði 25-ára gamli føroyingurin sítt sterka vinstra bein, og so var 1-0.
Hetta gjørdist eisini endaliga støðan. Daniel og hinir arbeiddu væl fyri at halda málið reint - eisini Heini Fossdalsá Sørensen á miðvøllinum sum aftur byrjaði inni.
20-ára gamli Heini Fossdalsá Sørensen fær nú nógva spælitíð í vaksnamannafótbólti - her sæst hann á U21-landsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Móti endanum kom stóri føroyski áleyparin John Frederiksen eisini inn.
Frammaundan hevði liðið seks ósigrar og tveir janvleikir í 2. Division í 2024. Thisted er framvegis næstaftast og harvið undir strikuni, men hevur nú 20 stig - eins og FA 2000 sum er beint omanfyri strikuna við betri málúrttøku.
Thisted spælir aftur sunnudagin 5. mai. Tá er talan um botngysara í Brabrand, sum er aftast. Jesper Brinck, sum í fýra ár spældi fyri KÍ, er í hópinum hjá Brabrand. Sjey umfør resta í, í triðbestu donsku deildini.
Málskjúttin Daniel Johansen (nr.17) fær viðurkenning eftir dystin - Mynd: Thisted FC Elite
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald