Buh-rópini ljóðmaðu um stóra leikvøllin í London, har Totteham hevur havt so torført við at finna støðufesti seinastu árini. Newcastle, ið annars sjálvdan vinnur á útivølli, tók øll trý stigini týskvøldið, og gjørdi Tottenham-kreppuna verri.
Sum fleiri viðmerkjarar longu spáddu í gjárkvøldið, so varð hetta seinasti dropin í Thomas Frank-bikaranum.
Danski venjarin skifti í summar úr Brentford, har hann í nógv ár stóð seg so væl. Men Tottenham-starvið er stríggið, og hóast góða gongd í Champions League, kundi teir hægstu í felagnum ikki hyggja burtur frá vánaligu gongdini í Premier League.
![]()
Tað eydnaðist ikki Frank og Tottenham at basa Howe og Newcastle á heimavølli (Mynd: EPA)
Við úrslitunum hetta umfarið, fór Tottenham niður á 16. pláss og er nú fimm stig frá niðurflytingarstrikuni. Tað hevði enntá bert verið trý stig niður, ikki Benjamin Sesko aðrastaðni í London javnaði fyri Manchester United móti West Ham langt inni í yvirtíðini.
Hetta hevði við sær, at ein nógv umrøddur maður ikki slapp til frisør (United vann heldur ikki hesa ferð fimm dystur á rað), men meira álvarsamt var, at ein maður misti starvið í gjár.
Thomas Frank er tann fimti fasti Tottenham-venjarin seinastu sjey árini, og 52-ára gamli danin gjørdist samstundis tann sjeyndi Premier League-venjarin í ár, sum var uppsagdur. Tað er ikki greitt, hvør tekur yvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald