Fótbóltur

Danir gjørdu sær fyri skommum

Heldur ikki móti Avstralia megnaði liðið hjá Kasper Hjulmand at vera nær við at vísa eitt nøktandi avrik og skal nú heim - hinvegin rakk ídni og stríðsviljin hjá vælskipaða avstralska liðnum til ein sigur og pláss í áttandapartsfinalurnar.

Eriksen og hinir funnu ongar loysnir í dag, og hann - og liðið sum heild - hava verið langt frá støðinum, ið hevur verið víst fyri stuttum (Mynd: EPA)

Eriksen og hinir funnu ongar loysnir í dag, og hann - og liðið sum heild - hava verið langt frá støðinum, ið hevur verið víst fyri stuttum (Mynd: EPA)

2022-11-30 17:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir nakrar góðar EM-dystir og eina sannførandi HM-undankapping í fjør, umframt millum annað tveir sigrar á Fraklandi í Nations League fyrr í ár, vóru vónirnar til danska liðið stórar undan HM-endaspælinum - bæði í Danmark og nógvastaðni uttanfyri Danmark.

Eftir at bólkur D er av, ljóða turru tølini soleiðis: Eitt stig í trimum dystum og einki mál skorað í opnum spæli. Hetta røkkur ikki til nakað pláss í áttandapartsfinaluna, ið annars var minsta krav hjá dønum. Hóast eitt andleyst avrik móti Tunesia (0-0) og eitt tap móti Frakland leygardagin so hevði ein sigur í dag móti Avstralia verið nóg mikið.

Danmark var stórfavorittur hjá veddingarfyritøkum, viðmerkjarum o.s.fr, men fyriuttan fyrstu 15-20 minuttirnar, har danir fingu sett ferð á og hótt Avstralia nakað, var restina av avrikinum undir alt lágmark, í mun til hvørjar væntanir vóru til Hjulmand og danska liðið. 

[object Object]
Kasper Hjulmand fann ikki røttu loysnirnar og megnaði ikki at fáa liðið víðari hesuferð (Mynd: EPA)

Eriksen og hinir vístu so at siga einki jaligt í spælinum; nógvir bóltar vórðu sendir út av vøllinum, ella endaðurhjá mótstøðuleikararnar, og eisini tyktist stríðsvilji og í høvuðsheitinum eitt "úttrykk" sum útstrálaði, at man skuldi víðari at vera heilt burtur so at siga allan seinna hálvleiki.

Typur sum Simon Kjær og Thomas Delaney, ið vanliga ganga á odda á ymsan hátt, manglaðu, og fleiri danskir leikarar tyktust at vera langt frá rútmu - aðrir slitnir - men samanlagt var tað ikki nóg gott hjá dønum. Avstralia hinvegin hekk saman, tað var ein greit útstráling og við stórum stríðsvilja, ídni og klókum spæli, helt liðið frá "Down Under" málið reint annan dystin á rað.

Avstralia er nú í áttandapartsfinaluni fyri aðru ferð í søgu landsins - fyrru ferð var í 2006. Hóast verjuspæl var fokus hjá teimum í gulum og grønum, so var í eina lítla løtu greitt, at teir helst noyddust at hava eitt mál, tí Tunesia hevði skorað móti Fraklandi. Hetta eydnaðist, tá Danmark sum ikki mikið einaferð misti bóltin. Mathew Leckie fór avstað, danska restverjan var ikki uppá pláss, Joakim Mæhle var lættur at snýta, bólturin fór millum beinini hjá honum, og so var 1-0.

[object Object]

[object Object]
Leckie gjørdist hetjan

[object Object]
Myndir: EPA

Tannleystu danirnir megnaðu ongantíð at veruliga hótta hetta, hóast fleiri broytingar og onkrar støður og annað HM-endaspælið á rað, megnaði Danmark ikki at vinna á Avstralia. Hesaferð vóru avleiðingarnar størri - Hjulmand og hansara menn tíðliga heim úr Katar, og í roynd veru hava teir verið millum tey liðini, ið hava staðið veikast í myndini í endaspælinum. Ævintýrið hjá Avstralia, hvørs leikarar í miðal spæla á væl lægri støði enn teir donsku, heldur fram. 

Tað kundi annars verið ein heilt stórur og søguligur dagur hjá Tunesia. Tað eydnaðist at basa fronsku heimsmeistarunum, ið longu vóru víðari og høvdu nógvar nýggjar mans á liðnum. Tað var liðformaðurin Wahbi Khazri, ið er føddur í Fraklandi, sum legði Tunesia á odda, beint áðrenn ein tími var spældur. Síðani komu Mbappé, Griezmann og aðrir á vøllin, men Tunesia helt fast - Griezmann fekk bóltin í málið í 98. minutti, men málið varð kolldømt eftir VAR-kanning.

Fyri Frakland hevur hetta tapið ongan týdning sum so - Tunesia hevði verið komið víðari til áttandapartsfinalurnar fyri fyrstu ferð í sínari søgu, um tað endaði við javnleiki millum Danmark og Avstralia.

Bólkur D

Í dag, mikudagin 30.11, klokkan 15: 

Avstralia - Danmark 1-0 (0-0)
60' Matthew Leckie 1-0

Tunesia - Frakland 1-0 (0-0)
59' Wahbi Khazri 1-0 

1. Frakland 6 stig 

2. Avstralia 6 stig
3. Tunesia 4 stig
4. Danmark 1 stig


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder