Fótbóltur

Danir hava knívin á barkanum

Stórur spenningur er um, hvør fer at koma víðari úr bólki B saman við Belgia - í bólki C spæla Ukraina og Eysturríki finalu um 2. plássið.

Danmark skal nú vinna í Parkini og hevur tørv á hjálp frá belgiska liðnum (Mynd: EPA)

Danmark skal nú vinna í Parkini og hevur tørv á hjálp frá belgiska liðnum (Mynd: EPA)

2021-06-21 14:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld verða tveir EM-bólkar avgjørdir. 

Fyrst verður talan um bólk C, har dystirnir byrja klokkan 17. Niðurlond hava longu tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum og fara tískil helst at spara nógv móti Norðurmakedónia, ið ongan møguleika hevur at spæla seg víðari. Harvið er hetta fyrsti dystur í endaspælinum, har liðini einki ítøkiligt hava at spæla fyri, í mun til hvussu EM-endaspælið sær út framyvir. Niðurlond vilja tó halda góðu gongdina og geva heimaáskoðarunum enn ein sigur, og Norðurmakedónia skal royna at fáa stig fyri fyrstu ferð í einum endaspæli. Í Bukarest er pláss í áttandapartsfinaluni uppá spæl. Ukraina endar nummar tvey við sigri ella javnleiki - Eysturríki skal vinna. Um tað endar við javnleiki, er tað møguliga nóg mikið hjá Eysturríki at koma víðari sum ein av teimum fýra bestu trý'arunum.

Belgia er víðari og tryggjar sær fyrsta plássið í bólki B við at fáa stig móti Finnlandi í Sankta Pætursborg. Belgiska liðið er tó avgjørt favorittur at vinna dystin, og hóast Roberto Martinez helst fer at spara nakað, so fer hann eisini at nýta dystin til at fáa Eden Hazard, Kevin De Bruyne og Axel Witsel í gongd. Góðskan hjá Belgia fer helst at vera høg til finnar, ið tó fara at gera alt fyri at spæla sín møguleika fyri at koma víðari. Ein sigur ger, at finnar vinna bólkin - ein javnleikur kann vera nóg mikið til at koma víðari sum tvey'ari ella trý'ari.

[object Object]

Hjá Danmark er kravið einfalt: Tað er bert ein sigur, ið kann nýtast. Liðið hjá Kasper Hjulmand skal vinna við tveimum málum, ella skora minst tvær ferðir í einum eitt-máls sigri í Parkini. Samstundis skal Belgia vinna á Finnlandi. Tað skal helst við tveimum málum, um tað skal vera trygt fyri liðið hjá Kasper Hjulmand. Tað kann enda við at verða avgjørt við, hvat lið hevur fingið minst av gulum kortum. Danir hava spælt báðar sínar fyrstu dystir á heimavølli og hava tapt báðar. Russland hevur møguleikan at spæla uppá javnleikin.

TV3 Sport hevur her gjørt møguleikarnir hjá Danmark upp


Skráin í dag - 21.06

Bólkur C
17.00: Norðurmakedónia - Niðurlond (Amsterdam)
          Ukraina - Eysturríki (Bukarest)

Niðurlond 6 stig - víðari sum eitt'ari
Ukraina 3 stig
Eysturríki 3 stig
Norðurmakedónia 0 stig


Bólkur D
20.00: Danmark - Russland (Keypmannahavn)
          Finnland - Belgia (Sankta Pætursborg)

Belgia 6 stig  - víðari
Russland 3 stig
Finnland 3 stig
Danmark 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder