Fótbóltur

Danir sleppa ikki til hálvfinalu: Politikarar vilja leggja trýst á Boris Johnson

5.000 pláss eru sett av til hálvfinaludystin millum Danmark og Ongland mikudagin, men bert danir, sum eru búsitandi í Stórabretlandi kunnu fáa atgongd.

Danskir fjepparar høvdu atgongd til fjórðingsfinaluna móti Kekkia í Baku leygardagin (Mynd: EPA)

Danskir fjepparar høvdu atgongd til fjórðingsfinaluna móti Kekkia í Baku leygardagin (Mynd: EPA)

2021-07-05 08:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin skal danska landsliðið spæla móti Onglandi í EM-hálvfinalu á Wembley í bretska høvuðsstaðnum London, men fjepparar úr Danmark sleppa ikki til dystin.

Orsøkin er koronatiltøkini, sum krevja, at øll ferðandi skulu í sóttarhald í tíggju dagar við komu, eisini tey, sum eru koppsett, og myndugleikarnir vilja ikki geva donskum fótbóltsfjepparum undantak, so tey kunnu sleppa á Wembley at stuðla landsliðnum.

5.000 pláss eru tó sett av til danir, sum eru búsitandi í Stórabretlandi. Ein seravtala er eisini gjørd um at loyva 1.000 fjepparum til finaluna, um Danmark kemur so langt, men tað sama verður ikki galdandi mikudagin, skrivar Ritzau.

Fleiri politiskir flokkar halda, at danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, eigur at leggja trýst á bretska forsætisráðharran, Boris Johnson fyri at fáa hann at loyva dønum at ferðast til London at síggja dystin.

Talan er um Dansk Folkeparti, SF, Venstre og De Radikale.

Kristian Hedegaard úr De Radikale sigur eitt nú, at ein loysn eigur at verða funnin, av tí at tað bar til, tá spælast skuldi í Amsterdam og Baku. Eisini vísir hann á, at Danmark hevur betri tamarhald á smittuni enn Stórabretland.

Jan E. Jørgensen, framsøgufólk í mentanarmálum hjá Venstre, vísir sambært Jyllands-Posten á, at tey sárbæru longu eru vorðin koppsett, og at fólk hava fingið koronupass.

– Tað snýr seg ikki bara um fótbólt men um nakað, sum er størri. Tað snýr seg eisini um, at fólk hava verið ígjøgnum eina langa farsótt og vilja sleppa at vera saman aftur og vísa sínar kenslur, og tað eiga tey at sleppa, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder