Fyrsta umfar í høvuðsumfarinum í EM-endaspælinum varð leikt í dag. Fult umfar var, tað vil siga, at seks dystir vórðu leiktir.
Í bólki 1 vann Montenegro óvæntað á Kroatia. Kroatar eru uttan profilar, ið hava korona, men at Montenegro vann við seks málum í dystinum seinnapartinum kom óvart á. Meira væntað var tað, at Frakland vann trygt á Niðurlondum. Sigurin hjá Ol-vinnarunum, ið verða mettir sum fremsti avbjóðari til Danmark um gullið, var við tíggju málum.
Guðmundur Gudmundsson og hansara menn stríddust móti Danmark, men uttan millum annað málverjan Björgvin Páll Gústavsson, sterkasta bakleikaran, Aron Pálmarsson, og verjuskansan Elvar Örn Jónsson - ið allir hava korona - gjørdist tað tungt. Danmark spældi annars ikki upp ímóti sínum besta og var eisini aftanfyri eina løtu tíðiliga í dystinum, men stórfavorittarnir vóru á odda við trimum málum í steðginum, og hóast Ísland kom niður á eitt mál einaferð í seinna hálvleiki, so kom sigurin hjá dønum ongantíð veruliga í vanda.
Les eisini: - Hetta verður takklað eins og aðrir dystir
Bólkur 1:
Montenegro-Kroatia 32-26 (15-9)
Frakland-Niðurlond 34-24 (15-12)
Danmark-Ísland 28-24 (17-14)
Støðan:
Frakland 4 stig *
Danmark 4 stig *
Ísland 2 stig
Montenegro 2 stig
Niðurlond 0 stig
Kroatia 0 stig
* Høvdu tvey stig víðari sum bólkavinnari
2. umfar - leygardagur 21.01:
14.30: Montenegro - Niðurlond
17.00: Frakland - Ísland
19.30: Danmark - Kroatia
Sviar byrjaðu høvuðsumfarið væl, og í góðum dysti móti Russlandi vann liðið hjá Glenn Solberg við seks málum.
Spania vann eisini við seks málum - tað var ikki óvæntað at tvífaldu evropeameistararnar vunnu móti Týsklandi, ið er hart rakt av koronu.
Norðmenn spældu sín besta dyst í endaspælinum, tá póllendingar vórðu settir uppá pláss. Sander Sagosen skoraði níggju mál, og Sebastian Barthold úr Aalborg Håndbold skoraði tíggju ferðir. Harvið eru skandinavisku nábúgvnarnir væl við í stríðnum um at koma í hálvfinalrnar - tey høvdu einki stig við sær úr bólkaspælinum. Trý umfør skulu spælast afturat í høvuðsumfarinum, og í bólki 2 skulu liðini spæla aftur í morgin.
Bólkur 2:
Russland-Svøríki 23-29 (13-16)
Týskland-Spania 23-29 (12-14)
Pólland-Noreg 31-42 (15-21)
Støðan:
Spania 4 stig *
Noreg 2 stig
Svøríki 2 stig *
Týskland 2 stig *
Russland 2 stig
Pólland 0 stig
* Høvdu tvey stig víðari sum bólkavinnari
2. umfar - í morgin, fríggjadagur 21.01:
14.30: Russland - Spania
17.00: Pólland - Svøríki
19.30: Týskland - Noreg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald