Hondbóltur

- Hetta verður takklað eins og aðrir dystir

Koronarakti íslendski hondbóltsmálverjin trýr framvegis at Ísland kann koma víðari. Nógvir dystir eru eftir enn at spæla í EM-kappingini.

Björgvin Páll fegnast saman við liðfeløgum um sigurin á ungverjum týskvøldið

Björgvin Páll fegnast saman við liðfeløgum um sigurin á ungverjum týskvøldið

2022-01-20 11:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendingar hava framvegis trúnna upp á eitt gott úrslit í EM-kappingini í hondbólti, hóast liðið hevur mist tríggjar leikarar til korona undan dystinum móti Danmark í kvøld.

Tað var í gjár, at tað var staðfest, at málverjin Björgvin Páll Gústavsson og tveir útileikarar eru raktir av korona, og tí skuu í sóttarhald í minst fimm dagar.

Í dagføring á Facebook í gjárkvøldið roynir Björgvin Páll at halda móti uppi hjá íslendingum.

- Hetta kovid lortið verður takklað sum allir aðrir dystir, skrivar hann í dagføringini, har hann takkar fyri allar kvøðurnar um bata, sum hann hevur fingið.

- Eg fari at brúka hesar komandi dagarnar til at droyma um, at vit megna at koma víðari í hesi kappingini, og eg fari at stríðast fyri at koma fyri meg aftur sum skjótast. Trúgvið upp á tað, skríggið framman fyri sjónvarpsskíggjanum tá vit spæla móti Danmark. Gakk áfram og áfram Ísland!, skrivar Björgvin Páll í uppslagnum.

Áðrenn hann kann traðka inn í leikhópin aftur, skal hann vera í sóttarhaldi í fimm dagar, og hava tikið minst tvær negativar koronatestir.


Eins og Danmark, vann Ísland allar sínar tríggjar innleiðandi dystir. 28-24 móti Portugal, 29-28 móti Niðurlondum og 31-30 móti Ungarn. Ísland fær tí tvey stig víðari í millumumfarið, har Ísland, umframt Danmark í kvøld, skal spæla móti Fraklandi leygardagin, Kroatia mánadagin og Montenegro mikudagin.

Danmark skal somu dagar spæla móti Íslandi, Kroatia, Niðurlondum og Fraklandi.

Nógvir dystir og nógv stig eru sostatt eftir at kappast um áðrenn tey tvey bestu londini í hvørjum bólki í miðumfarinum hittast í hálvfinalunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder