Hondbóltur

Danir stórliga hugtiknir av føroyska bragdinum í Basel

Stóru donsku miðlarnir gera nógv burtur flotta føroyska avrikinum móti Kroatia og ótrúligu áskoðarunum. EHF hevur eisini lagt videobrotið út.

Súna Krossteig Hansen (t.h) og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen (t.v.) spæla báðar í bestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen (t.h) og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen (t.v.) spæla báðar í bestu donsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2024-12-01 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin): Tað vóru ikki bert teir umleið 400 føroyingarnir, sum hildu við Føroyum í dag. Tað gjørdu tey allarflestu, sum ikki vóru kroatar.

Hetta merkist týðandi sum dysturin leið, og Føroyar framvegis vóru við móti stórfavorittunum og bronsuvinnarunum frá 2020.

EHF hevur eisini gjørt nógv burturúr, at føroysku kvinnurnar fingu sítt fyrsta EM-stig. Hetta við millum annað videobrotinum av endanum av dystinum og síðani sergjørdari mynduni, sum ímyndar Pernille Brandenborg og Elias Ellefsen á Skipagøtu og søguligu avrikini hjá føroysku A-landsliðunum í ár.

--

[object Object]

Nógvir danskir miðlar vóru í høllini, og avrikið hjá undirtippaðu Føroyum við lítla fólkatalinum vakti stóran ans og undran. 

Størstu miðlarnir, DR og serliga TV2, gjørdi nógv burturur sum sæst á leinkjunum niðanfyri.

Færøerne í ekstase over historisk resultat (TV2)

DR - partur av beinleiðis bloggi

[object Object]

Skíggjamynd: DR

[object Object]Rasmus Leth hevur fylgt føroyska liðnum tað mesta av degnum (Skíggjamynd: TV2)

Júst Føroyar og Danmark spæla í seinasta bólkaspælsdystinum. Danmark er víðari úr bólkinum við sigrinum á Sveis í kvøld. Føroyar skulu vinna á Danmark í síðsta dystinum fyri at hava møguleika at koma víðari.

Millum annað íslendska visir.is skrivar um "faereysku stelpurnar".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder