Tveir føroyingar eru í hópinum hjá ÍBV, og hava teir síðstu dagarnar verið við til at vunnið liðið úr Vestmannaoyggjunum víðari í endaspælinum um íslendska meistaraheitinum.
Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus skulu tíðliga í mai spæla hálvfinalur. Hetta er greitt, eftir at ÍBV vann fjórðingsfinalunar á Stjarnuni leygardagin og í gjár.
Í dystinum á Vestmannaoyggjunum leygardagin, har útvið 400 áskoðarar vóru til staðar, vann ÍBV 37-33. Í gjár gjørdi ÍBV so arbeiði liðugt við at vinna 23-27, tá Stjarnan tók ímóti.
Les eisini: Um eina viku fer Andri at spæla um uppflyting til bestu íslendsku deildina
Dánjal Ragnarsson fór til 2021 til Íslands at spæla (Mynd: Sverri Egholm)
Tað sá annars einki út hjá ÍBV eftir fyrra hálvleik. Støðan í steðginum var 15-10, men útiliðið vann seinna hálvleik við heili níggju málum.
Janus Dam Djurhuus skoraði samanlagt sjey mál mál í teimum báðum fjórðingsfinalunum. 20-ára gamli vinstri vongurin úr Hoyvík, 22-ára gamli havnarmaðurin og liðfelagirnir skulu spæla fyrstu hálvfinaluna í vikuni eftir landsliðssteðgin.
Tað er framvegis ógreitt, hvørjum ÍBV skal spæla ímóti. Fjórðingsfinalurnar Haukar-Valur og Afturlending-Fram eru ikki avgjørdar enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald