Hondbóltur

Dánjal stendur seg væl í Íslandi - Sveinur á odda men hevur brotið nøsina

Dánjal Ragnarsson skoraði 7 mál í tapi hjá Fram í gjár. Afturelding hevur framvegis fult stigatal, men Sveinur Olafsson fór av vølli við skaða. Allan Norðberg skoraði tvey mál fyri Val í sigri.

2025-09-26 15:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir føroyskir spælarar vóru í eldinum í 4. umfari í fremstu íslendsku deildini í gjár.

Valur - Selfoss 31-25 (13-14)
Allan Norðberg, 2 mál

Bjarni í Selvindi varð skurðviðgjørdur fyri tveimum vikum síðani vegna trupulleikar í økslini. Valur stendur seg higartil væl uttan sterka bakspælaran av Skála, og í gjár skoraði strandingur felagsins tvey mál í sigri á Selfoss. Heimaliðið var greitt omaná eftir steðgin og hevur nú seks stig fyri fýra dystir.

ÍR - Afturelding 36-37 (15-21)
Sveinur Olafsson (Hallur Árason)

Hallur Árason hevur verið skaddur síðani stutt fyri fyrsta umfar, og sambært handbolti.is, er óvist nær høgi og hart-skjótandi bakspælarin er aftur.

Sveinur Olafsson hevur higartil í ár havt væl størri leiklut hjá Afturelding enn í fjør, og hoyvíkingurin hevur eisini staðið seg væl. Ólukkutíð breyt hann nøsina í nærdysti eftir tjúgu minuttir í gjár. Miðilin handbolti.is skrivar, at Sveinur fer at sita úti í 4-6 vikur vegna brotið.

Afturelding megnaði at halda sigurin heim og hevur nú fult stigatal (átta stig) eftir fýra umfør. 

[object Object]
Sveinur Olafsson hevur spælt væl fyri oddaliðið fyrstu vikurnar (Mynd: handbolti.is)

Fram - Haukar 27-32 (14-12)
Dánjal Ragnarsson, 7 mál

Verandi meistararnir vóru á odda í steðginum men mistu síðani takið á dystinum. Dánjal Ragnarsson gjørdi annars sítt og skoraði aftur nógv mál fyri Fram.

Sjey mál gera, at Dánjal er í topp-sjey á samanlagda toppskjúttalistanum í deildini eftir sjey umfør. Leigusveinurin úr Neistanum hevur 23 mál í íslendsku landskappingini og varð eisini toppskjútti í stórsteypadystinum. Fram hevur tó tapt tveir av sínum fýra dystum.

Sí stigatalvuna her

Stjarnan og Jóhannes Bjørgvin spæla í kvøld klokkan 20 móti FH. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder