Sambært danska hondbóltssambandinum hava manslandsliðini í Danmark og Fraklandi spælt 65 innanhýsis dystir. Av teimum hevur Danmark vunnið 29 og Frakland hevur vunnið 31. Fimm dystir eru endaðir við javnleiki.
Sostatt er talan um tvey jøvn lið, ið hittast. Seinast liðini hittust var í EM finaluni í Köln í januar. Tann dysturin skuldi út í longda leiktíð, áðrenn Frakland náddi at vinna dystin 33-31. Frakland hevur ein lítlan fyrimun, tí liðið vann seinastu uppgerð millum liðini og er Frakland eisini verandi olympiskur meistari. Frakland vann á júst Danmark í OL-finaluni í Tokyo í 2021. Í 2016 var tað umvent í Rio: Danmark vann á Fraklandi í gulldystinum. Hesi eru eisini størstu favorittarnir í ár.
Tað skulu spælast minst fimm dystir í innleiðandi bólkinum, og aftaná tað koma so fjórðingsfinalur, hálvfinalur og finalan. Í OL hondbólti eru tveir bólkar við seks liðum í hvørjum, harav fýra lið koma víðari til fjórðingsfinalurnar.
Lyklaleikarir - summir fyri seinastu ferð
Bæði málverjin Niklas Landin, og miðjuspælarin Mikkel Hansen, steðgar á landsliðnum eftir OL 2024. Mikkel Hansen hevur boðað frá, at hann steðgar fullkomiliga sum hondbóltsspælari.
Teir báðir, Niklas Landin og Mikkel Hansen, eru uttan iva av týdningarmestu leikarunum hjá danska hondbóltslandsliðnum.
Aðrir lyklaleikarar eru millum annað ungi leikarin Mathias Gidsel, sum veruliga hevur fingið hár á høkuna í Füchse Berlin. Ein annar, ið danska landsliðið kemur at lata stýra stóran part av verjuspælinum, er Magnus Saugstrup. Hann vann heiðurin sum besti verjuleikari til EM í januar. Tað er ein treyt, at Saugstrup skal spæla væl, skal Danmark gera sær nakrar tankar um at vinna OL.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald