Hondbóltur

Danmark buldrandi víðari til hálvfinaluna

Vertstjóðirnar vunnu bólkarnar í millumumfarinum, og Norra yvirhálaði Svøríki í stríðnum um at koma víðari.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-23 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfarið í millumumfarinum í Danmark og Týsklandi varð leikt í dag.  Frakland og Týskland stríddust um fyrsta plássið í bólki I. Í bólki II spældu skandinavisku londini um tey tvey plássini í hálvfinaluni. 

Tíðliga í dag dystaðust tey aftastu liðini í bólki I. Ísland royndi at fáa tey fyrstu stigini í millumumfarinum. Men Brasilia vísti tenn mánadagin við sigrinum á Kroatia, og eftir javnleik í 1. hálvleiki í dag avgjørdu brasiliumenn dystin í 2. hálvleiki.

Kroatar reistu seg sera væl eftir vónbrotið týskvøldið, tá ið Týskland vann tepurt og sløkti vónina hjá Kroatia um at koma víðari. Ósigurin ímóti Brasilia gjørdist dýrur, men í dag gjørdist Kroatia fyrsta liðið til at vinna á Fraklandi í HM. Fraklendingar enda harvið á 2. plássi í bólkinum aftanfyri týsku vertirnar. Verjuparturin hjá Týsklandi eydnaðist ikki so væl í undanfarnu dystunum, men heimaliðið vann tó tvey-máls sigur á Spania.

Norra er mótsstøðuliðið hjá Týsklandi í Hamburg fríggjakvøldið. Hetta er greitt, eftir at norðmenn gjørdu sína skyldu, og at Danmark vann á nábúgvunum úr Svøríki. Norra vann trygt á Ungarn, og hóast danska spælið ikki eydnaðist so væl fyrstu 35 minuttirnar, so vann Danmark bólkin og sendi harvið Svøríki út.  

Í fyrra hálvleiki snúði tað seg nógv um tvídystin ímillum málverjarnar. Niklas Landin byrjaði sera væl og hevði tak á svensku skjúttunum. Andreas Palicka, við einum heldur øðrvísi stíli, gjørdist skjótt heitur og tók nógv seinna helmingin av hálvleikinum. Sviar fingu eisini hildið Mikkel Hansen væl niðri og Rasmus Lauge hevði ávísar trupulleikar í dag. Svøríki kom eisini á 12-9, áðrenn Danmark gjørdi ein góðan endaspurt undan steðginum. 

Tað komu nógv mál í fyrstuni av 2. hálvleiki. Svøríki byrjaði nakað betri, men Danmark tók skjótt yvir aftur og setti seg á dystin. 5-1 verjan við lítlabeiggja Landin sum 1'ara eydnaðist væl, og stóribeiggin Landin við nummar 1 á rygginum kom veruliga í gongd aftur. Eisini rakti Mikkel Hansen aftur sítt støði. Markussen og Olsen komu væl inn frá bonkinum, og danska liðið skoraði nógv góð mál og avgjørdi dystin. Svøríki skuldi vinna við minst trimum málum fyri at koma víðari, men hetta gjørdist ov torført; eisini tí at liðið aftur var uttan stóra profilin í bakketuni: Jim Gottfridsson.

Danski sigurin kom í hús uttan Jóhan á Plógv Hansen, ið als ikki kom á vøllin í millumumfarinum. Donsku vongleikararnir vóru eisini ísakaldir í kvøld: Landin(5) og Lasse Svan(5) skoraðu uppá øll síni 9 skot, og hetta var ein týðandi partur í góða sigrinum. Danmark skal spæla hálvfinalu ímóti Fraklandi í Týsklandi fríggjadagin.


Bólkur I
Brasilia - Ísland 32-29 (15-15)
Frakland - Kroatia 20-23 (11-11)
Týskland - Spania 31-30 (17-16)

Týskland 9
Frakland 7 

Kroatia 6
Spania 4
Brasilia 4
Ísland 0 


Bólkur II: 
Danmark - Svøríki 30-26 (13-13)
Norra - Ungarn 35-26 (16-13)
Tunesia - Egyptaland 23-30 (10-15)


Danmark 10
Norra 8
Svøríki 6

Ungarn 3 
Egyptaland 3 
Tunesia 0 

Fríggjadain
25.01:
Hálvfinalurnar
16.30: Danmark - Frakland
19.30: Týskland - Norra


Leygardagin 26.01:
Dysturin um 5. plássið (vinnarin fær beinleiðis atgongd til OL)
19.30: Kroatia -
Svøríki





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder