placeholder
Fótbóltur

Danmark er til reiðar til EM

19 lond eru til reiðar til EM, eftir dystirnar í kvøld.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-11-18 21:50 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Átta dystir hava verið í EM-undankappingini í kvøld, har Danmark og Sveis tryggjaðu sær EM luttøku, og Italia vann ein knúsandi 9-1 sigur.

Danmark skuldi bert hava javnleik í kvøld fyri at tryggja sær EM luttøku. Og Danir megnaði eisini at fáa javnleikin, ið teir høvdu brúk fyri. Fyrsta málið í dystinum kom í 73. minutti, tá Martin Braithwaite legði danir á odda. Men fimm minuttir fyri tíð javnaði Írland við málið frá Matt Doherty. Og síðstu løtuni legði Írland, Danmark undir stórt trýst, men Danmark megnaði at halda javnleikin, og er tískil til reiðar til EM.

Í sama bólki vann Sveis 1-6 á útivølli ímóti Sveis, og tryggja sær eisini luttøku til EM.

Í bólkinum hjá Føroyum vann Norra 1-2 á Malta, meðan Spania vann heili 5-0 ímóti Rumenia á heimavølli.

Mest eyðsýnda úrslit í kvølda var í Italia, har Italiumenn vunnu ein knúsandi 9-1 sigur á Armenia.  

Í morgin skal síðsta liðið, ið spælir seg til endaspælið ígjøgnum EM-undankappingini finnast.

Í Mars mánað vera teir síðstu fýra luttakararnir funnir, tá Nations League endadystirnir vera.

Tey londini, ið hava tryggja sær luttøku eru:

Belgia
Italia
Russland
Pólland
Ukraina
Spania
Turkaland
Frakland
Ongland
Kekkia
Finnland
Svøríki
Týskland
Holland
Kroatia
Eysturríki
Portugal
Sveis
Danmark

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder