Danir hava einki at spæla fyri, tá teir um eina løtu skulu dystast við Russland í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Hetta er greitt, eftir at Ungarn vann 24-18 á Íslandi fyri løtu síðani. Úrslitið ger, at Íslendingar fara víðari við ongum stigi, og hetta hevur stóra ávirkan á møguleikan at koma í hálvfinaluna.
Liðið hjá Guðmundi Guðmundsson byrjaði ikki so væl, men kom síðani av álvara í gongd, og var á odda fyrst 11-6 og síðani 12-7 stutt fyri hálvleik.
Ungarn kom í gongd við at skora aftur, og í hinum endanum stongdi Roland Mikler so at siga málið. Ungarn kom á odda 18-17, tá smáir tjúgu minuttir vóru eftir. Síðani varð leiðslan ikki slept, og Ísland skoraði bert eitt mál afturat.
Dysturin millum Danmark og Russland byrjar 19.30. Tað er helst ein góður møguleiki fyri, at Jóhan á Plógv Hansen fær sínar fyrstu EM-minuttir.
Bólkur E:
Ísland - Ungarn 18-24 (12-9)
Ungarn 5
Ísland 4
Danmark 1
Russland 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald