Fótbóltur

Danmark fall við æru - Ongland í sínari fyrstu EM-finalu

Avgerðin á Wembley fall, tá Harry Kane í longdi leiktíðini setti returbóltin í málið, eftir at Schmeichel hevði bjargað hansara brotssparki. Eitt framúr Damsgaard-fríspark og eitt sjálvmál vóru í vanligu leiktiðini.

Teir í hvítum og svørtum skrivaðu søgu í kvøld (Mynd: EPA)

Teir í hvítum og svørtum skrivaðu søgu í kvøld (Mynd: EPA)

2021-07-07 23:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danska EM-ævintýrið endaði í hálvfinaluni í kvøld. Hetta var sum so ikki óvæntað, tí stinnu onglendingarnir vóru á dagsskránni og á heimavølli, og tað vóru teir, ið skrivaðu søgu.

Liðið hjá Kasper Hjulmand vísti tó í fyrra hálvleiki, at tað væl kundi spæla við, eins og ætlanin hjá venjaranum greitt var. Danmark fekk hótt Ongland nakrar ferðir, og eftir hálvan tíma fingu teir reyðkløddu fríspark áleið 25 metrar úr málinum. 21-ára gamli hvirluvindurin Mikkel Damsgaard smekkaði til, bólturin ferðaðist skjótt og heldur løgið, og Pickford rakk ikki eftir honum, tí hann fór heilt undir yvirleggjaran. Eitt frálíkt frísparksmál - tað fyrsta av sínum slagi í endaspælinum - og so var tað sum ein spreinging í donsku leguni, meðan mongu heimaáskoðarnir vóru kúrrir og stúrnir.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object]Frøi í Tivoli í danska høvuðsstaðnum eftir framúrskarandi málið hjá Damsgaard, ið sendi Danmark á finalukós (Mynd: EPA)

Ongland ressaðist við, og heilt stutt eftir málið hevði Kasper Schmeichel eina góða bjarging, tá Raheem Sterling gjørdist fríur. Nakrar minuttir seinni royndi Bukayo Saka at finna Sterling við tvøralvering í brotsteignum, eftir at Kane væl hevði spælt Saka frían í høgru. Simon Kjær kastaði seg niður og royndi at verja fyri, men endaði við at ístaðin beina bóltin í egið mál. Danski liðformaðurin spældi annars aftur ein heilt góðan dyst í miðverjuni.

[object Object](Mynd: EPA)

Danmark byrjaði væl eftir stegðin, og fyrstu minuttirnir vóru opnir og lívligir. Síðani setti dysturin seg meira, og Ongland tók so líðandi heilt yvir. Danska liðið fall longur aftur á vøllin og fyriuttan eitt gott skot frá Kasper Dolberg, ið hevði skapt sær pláss á brotsteigarmarkinum við góðari vending, so kom liðið ikki til málmøguleikar. Í hinum endanum bjargaði Schmeichel væl stútara frá Maguire, og tað vóru serliga deyðbóltar, ið Ongland hótti við. Liðið hjá Southgate hevði bóltin nógv meira, men leikferðin móti vælskipaðu dønunum var ikki nóg høg. Grealish kom á vøllin, Kane kom nær við móti endanum, men neyðugt varð við longdari leiktíð.

Har sat heimaliðið á tí, danir vóru kroystir, og avgerðin fall ímóti endanum av fyrra hálvleiki. Sterling slapp innum í høgru, og millum Mæhle og innskifta Mathias Jensen fór kviki kanturin umkoll. Makkelie peilkaði á blettin. Tað sá út til at vera heilt tunt, hóast eitt lítið sindur av kontakt helst var. Eitt sindur av ruðuleika var eisini, tí tað sá út sum, at tveir bóltar vóru á vøllinum í støðuni, men hetta ávirkaði tó sum so ikki. Sterling sá út til at detta lætt, men VAR-kanningin broytti einki, og  Makkelie fór ikki út at hyggja.  Kane royndi seg úr ellivu metrum, Schmeichel hevði lisið hann, men í royndini at halda bóltinum, sprakk bólturin líka niður í svørin og út til áleyparin aftur, og hesuferð var eingin ivi. 2-1 og so loysnaði tað upp á Wembley - eitt ordans brøl.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object]Enski venjarin, Gareth Southgate, hevur gjørt tað, sum eingin frammaundan honum hevði megnað  (Mynd: EPA) 

[object Object](Mynd: EPA)

“Football’s coming home” rungaði fleiri ferðir næstu løtuna, og leingi eftir seinasta bríksl. Tí Ongland spældi seg á fyrsta sinni í eina EM-finalu. Jensen kundi ikki spæla víðari vegna skaða, og danir manglaðu orkuna at av álvara bjóða av seinastu 15 minuttirnar. Í yvirtali løgdu onglendingar seg longur aftur, og tá teir fingu bóltin, hildu teir væl og róliga fast í hinum.

Southgate og hansara menn hava skrivað søgu, og tað kann verða eitt heilt serligt summar við sigri á Italia á Wembley sunnukvøldið. Ongland var betra liðið, men danir stríddust væl og kunnu samanlagt vera heilt væl nøgdir við endaspælið, har teir eru komnir við nógvari orku og megi og hava víst heilt gott spæl til tíðir. Mest av øllum hava teir í danska hópinum víst eitt krútsterkt samanhald og evni og styrki til at reisa seg og takkal støður - tað er um nakað eitt lið, ið hevur savnaði tjóðina, og sum aftur vísur, at fótbóltur als ikki bert er eitt spæl.

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)

EM-hálvfinalur

Í kvøld - 7. juli

Wembley, London
Ongland - Danmark 2-1 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
30’ Mikkel Damsgaard 0-1
37’ Sjálvmál 1-1
104’ Harry Kane 2-1

Í gjár - 6. juli

Wembley, London
Italia - Spania 1-1 eftir vanliga leiktíð - 5-3 eftir brotssparkskapping
60' Federico Chiesa 1-0
80' Alvaro Morata 1-1

Brotssparkskapping:
Simon bjargar royndini frá Locatelli
Dani Olmo skýtur uppum
Andrea Belotti 2-1
Gerard Moreno 2-2
Leonardo Bonucci 3-2
Thiago Alcantara 3-3
Federico Bernardeschi 4-3
Donnarumma bjargar royndini frá Morata
Jorginho 5-3

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder