Hondbóltur

Danmark framvegis fult stigatal

Kroatar bjóðaði av álvara Danmark av, men Mikkel Hansen og hinir hildu høvdið kalt og hava beina kós móti EM-hálvfinaluni.

Toppskjúttin í dystinum í gjárkvøldið við átta málum, 34-ára gamli Mikkel Hansen (Mynd: EPA)

Toppskjúttin í dystinum í gjárkvøldið við átta málum, 34-ára gamli Mikkel Hansen (Mynd: EPA)

2022-01-23 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm dystir, fimm sigrar. Hetta er støðan hjá danska manslandsliðnum í hondbólti eftir teir tríggjar bólkaspælsdystirnar og teir báðar fyrstu dystirnar í høvuðsumfarinum í EM-endaspælinum, sum í hesum døgum er í Ungarn og Slovakia.

Danir spæla í Budapest, og í stóru høllini har var nógvur larmur í gjárkvøldið, tá heilt nógvir mælskir kroatar, ið hava stuttan veg til ungarska høvuðsstaðin, stuðlaðu sínum liðið, ið stríddist væl móti donsku stórfavorittunum. Eina løtu í fyrra hálvleiki vóru danir av álvara á veg avstað - komu á odda við fýra málum - men kroatiskt time-out, nýggjar loysnir í álopinum og ein ógvuliga ágangandi verjua gjørdu sítt til, at munurin var eitt mál í steðginum. Tað kundi eisini verið koppað til kroatar samanlagt í fyrra hálvleiki, tí Niklas Landin hevði nógvar góðar bjargingar, og danir vóru noyddir at nýta sjey ímóti seks spæli fyri at veruliga koma til møguleikar og til máli seinastu løtuna.

Tað helt Nikolaj Jacobsen fast í eftir stegðin. Toppskjúttin Mikkel Hansen stjórnaði væl í miðjuni og syrgdi fyri at smekka nakrar bóltar í málið sjálvir og annars at fáa flutt bóltarnar væl, so at góðar støður komu. Tað eydnaðist væl, og hóast Landin ikki hevði ein eins góðan hálvleik hinumegin, so helt Danmark fast í einari leiðslu allan hálvleikin. Kroatia, ið er fyriuttan nakrar týðandi leikarar, vegna koronu og skaðar, spældi ein góðan dyst, og sum heild var talan um ein góðan hondbóltsdyst at hyggja eftir, men Danmark var tað sterkari.

Danska liðið, ið er greiður gullfavorittur, hevur ikki spælt eins javnan dyst til hetta endaspælið. Mánakvøldið eru Niðurlond á skránni, áðrenn ein møguliga avgerandi dystir um hálvfinalupláss móti Fraklandi skal spælast mikukvøldið.

EM-høvuðsumfar - bólkur 1
2. umfar - leygardagur 21.01:

Danmark - Kroatia 27-25 (12-11)

Frakland - Ísland 21-29 (10-17)

Les eisini: Ísland setti Frakland so dyggliga uppá pláss

Montenegro - Niðurlond 30-34 (16-18)

Støðan eftir tvey umfør:
Danmark 6 stig *
Ísland 4 stig *
Frakland 4 stig *
Niðurlond 2 stig
Montenegro 2 stig
Kroatia 0 stig


* Høvdu tvey stig víðari sum bólkavinnari 

3. og næstseinasta umfar - mánadagin 24.01

14.30: Ísland - Kroatia
17.00: Danmark - Holland
19.30: Montenegro - Frakland

Tríggir dystir - í hinum bólkinum - verða leiktir í Slovakia í dag, har Svøríki og Noreg spæla týðandi dystir.

Bólkur 2, 3. umfar
Í dag, 23.01

14.30: Pólland - Russland 
17.00: Týskland - Svøríki
19.30: Spania - Noreg 

Støðan:
Spania 6 stig *
Noreg 4 stig
Svøríki 4 stig *
Týskland 2 stig *
Russland 2 stig
Pólland 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder