Tað var ógvuliga ósannlíkt hósdagin, tá miðumfarið byrjaði, men eftir trý av fýra umførum í Herning hava EM-vertirnir longu tryggjað sær annað hálvfinaluplássið í sínum bólki.
Hetta hava ferfaldu heimsmeistararnir gjørt við sigrum á Fraklandi, Spania og Týsklandi.
Í dag gjørdi óvæntaði, men flotti, spanski sigurin á Fraklandi - umframt javnleikurin millum Portugal og Noreg - at Danmark kundi vinna seg í hálvfinalurnar longu í kvøld.
Tað kundu týskararnir eisini, og talan var um ein tættan dyst í 1. hálvleiki í Hening (13-12). Fyriuttan Mathias Gidsel fekk sterka týska verjan tálmað nógvum, og í álopinum var Hannover-Burgdof liðfelagin hjá Vilhelmi Poulsen, Renars Uscins, vælspælandi.
Emil Nielsen gav tó týskarum høvuðbrýggj við 14 bjargingum (35 prosentum), og nakað inn í 2. hálvleik fóru danir frá: Eftir 39 minuttir var pluss trý og fáar minuttir pluss seks. Tað var ov nógv hjá Týsklandi at heintað, og harvið vunnu danir seg í triðju EM-hálvfinaluna á rað - og tí áttandau á rað í einari stórum endaspæli.
Jóhan á Plógv Hansen var bert á vøllinum í nøkrum fáum álopum í dag. Høgri vongurin úr Havn brendi einasta skotið móti einum vælleikandi David Späth. Annars hevur Jóhan havt rímiliga stóran leiklut í danska álopinum hetta miðumfarið við millum annað fimm málum
Alt gekk upp í eina hægri eind hjá dønum í dag. Samstundis er greitt, at Portugal, Noreg og Spania ikki kunnu vinna seg í hálvfinalurnar.
Týskland og Frakland spæla tíðliga mikukvøldið eina "finalu" um at koma í hálvfinalurnar saman við Danmark
Bólkur 1 - Herning:
3. umfar, í morgin 26. januar
Portugal - Noreg 35-35 (17-18)
Frakland - Spania 32-36 (14-20)
Danmark - Týskland 31-26 (13-12)
1. Danmark 6 stig *
2. Týskland 6 stig
-----------------
3. Frakland 4 stig
4. Portugal 3 stig **
5. Noreg 3 stig **
6. Spania 2 stig **
* Víðari
**kunnu ikki koma víðari
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki
4. og síðsta umfar - mikudagin 28. januar
14.30: Spania - Portugal
17.00: Týskland - Frakland
19.30: Danmark - Noreg
Í morgin heldur dramaið í Malmö fram: Fýra lið hava fýra stig, nú tvey umfør eru eftir og stríðast um tey bæði hálvfinaluatgongumerkiini til Herning.
Bólkur 2 - Malmö:
Støðan:
Ísland 4 stig
Svøríki 4 stig
Slovenia 4 stig
Kroatia 4 stig
-----------------
Ungarn 1 stig
Sveis 1 stig
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki
3. umfar - í morgin, týsdagin 27. januar
14.30: Sveis - Ísland
17.00: Slovenia - Kroatia
19.30: Svøríki - Ungarn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald