Hondbóltur

Danmark, Kekkia og Pólland vertir fyri EM hjá monnum í 2030

EM-endaspælið hjá monnum í 2032 verður í Týsklandi og Fraklandi, og tá verða Danmark, Týskland og Pólland eisini vertir fyri EM hjá kvinnum, hevur EHF kunngjørt.

3. desember hittust Danmark og Føroyar í EM-endaspælinum hjá kvinnum. Tað endaði við 33-24 til Danmark. Nú er greitt, at Danmark verður ein av vertunum fyri EM-endaspælinum hjá kvinnum í 2032 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

3. desember hittust Danmark og Føroyar í EM-endaspælinum hjá kvinnum. Tað endaði við 33-24 til Danmark. Nú er greitt, at Danmark verður ein av vertunum fyri EM-endaspælinum hjá kvinnum í 2032 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-14 16:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danmark, Kekkia og Pólland verða vertir fyri EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum í 2030.

Tað hevur evropeiska hondbóltssamgongan, EHF kunngjørt í dag.

Endaspælið verður í døgunum 10. til 27. januar 2030 í trimum býum - O2 arena í Prag, Spodek í Katowice og Jyske Bank Boxen í Herning.

Eisini er kunngjørt, at EM-endaspælið hjá monnum í 2032 verður í Týsklandi og Fraklandi í døgunum 15. januar til 1. februar 2032. Dystir verða spældir í tveimum fronskum og fýra týskum hallum, men hvar er ikki endaliga avgreitt.

Tá EM hjá kvinnum verður frá 1. til 19. desember 2032, verða vertirnir Týskland, Danmark og Pólland.

Enn er ikki greitt, hvørjir býir í Týsklandi og Danmark verða vertir fyri EM-endaspælinum, men dystirnir, sum verða spældir í Póllandi, verða spældir í Spodek í Katowice. Møguligir vertsbýir í Danmark eru Odense, Aalborg, Herning og Aarhus, og í Týsklandi Hamburg, Hanover, Magdeburg, Leipzig, Berlin og Kiel.

Enn er ikki greitt, hvar EM hjá kvinnum verður í 2030.

Tað er frammanundan greitt, at EM hjá monnum í 2026 verður í Danmark, Noregi og Svøríki, og í 2028 verða vertirnir Portugal, Spania og Sveis.

EM-endaspælið hjá kvinnum í 2026 verður í Kekkia, Póllandi, Rumenia, Slovakia, og Turkalandi, og í 2028 verður tað í Danmark, Noregi og Svøríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder