Fótbóltur

Danmark og Noreg hittast í EM-finaluni

Donsku kvinnurnar vunnu á Montenegro, og Noreg var greitt omaná í seinna hálvleiki í hálvfinaluni móti Fraklandi, og harvið skulu einastu londini, ið hava vunnið EM fyri kvinnur meira enn einaferð, spæla finalu sunnukvøldið.

Hjá Danmark er talan um fyrsta EM-finaluplássið í 18 ár (Mynd: EPA)

Hjá Danmark er talan um fyrsta EM-finaluplássið í 18 ár (Mynd: EPA)

2022-11-18 22:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt varð upp til spennandi kvøld í Ljubljana, har hálvfinalurnar í EM-endaspælinum vóru á skránni.

Danmark og Montenegro løgdu út. Montenegro er ein av vertstjóðunum, og hóast landið vann EM fyri tíggju árum síðani, er tað heldur óvæntað, at Montenegro hevur staðið seg so væl hesuferð. Danska liðið var tó í favorittleiklutinum í kvøld, og liðið hjá Jesper Jensen livdi eisini upp til tað.

Munurin í steðginum var fýra mál, og Danmark vann eisini við fýra; 27-23. 23-ára gamli vinstri vongurin hjá Danmark Emma Friis gjørdist toppskjútti við sjey málum -  hon hevur veruliga fingið sítt altjóða gjøgnumbrot í hesum endaspælinum - og Mie Højlund, ið var ógvuliga ivasom til dagsins dyst hevði eisini ein høvuðsleiklok.

Hetta er fyrstu ferð síðani 2004, at Danmark skal spæla EM-finalu hjá kvinnum, og tað er sum vera man stórur fagnaður í donsku leguni og donskum miðlum.

[object Object]Nora Mørk, ið spælir í donskum hondbólti, skoraði átta mál í kvøld, men her stegða Anne Mette Hansen og Emma Friis henni 

Danmark basti Noregi í síðsta umfari í høvuðsumfarinum. Hetta var fyrstu ferð í átta ár, at tær donsku bastu teimum norsku. Danmark vann trý av teimum fyrstu fimm EM-endaspølunum, men av teimum seinastu níggju hevur Noreg vunnið sjey, umframt at Noreg hevur vunnið HM- og OL-gull.

Í 2020 vann Noreg á Fraklandi í finaluni, og eftir sigurin á júst Fraklandi er greitt, at liðið hjá Tórir Hergeirsson skal verja sítt heiti sunnudagin í Slovenia. Bert eitt mál var á muni eftir fyrra hálvleik, men tað endaði 16-9 í seinna hálvleiki. Noreg og Nora Mørk vóru flúgvandi, og lagt er nú upp til spenanndi finalu, ið verður bríkslað í gongd sunnukvøldið klokkan 19.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder