Eins og fyri tveimum árum síðani, skulu Danmark og Noreg spæla EM-finalu hjá kvinnum. Hetta er greitt eftir hálvfinalusigrarnar hjá skandinavisku stórveldunum í kvøld.
Ungarn hekk eitt sindur í Noreg fyri steðgin, men tíðliga í 2. hálvleik í Wieni fóru evropeisku meistararnar og olympisku meistararnar frá, og tað gjørdist ongantíð veruligur spenningur um endaliga úrslitið.
Noreg vann 30-22, og var tað heimsins besti spælari, Henny Reistad, sum gekk á odda. Toppskjúttin legði eisini upp til nógv mál, og tað liggur uppaftur meira á Reistad, nú Nora Mørk ikki er við (við barn), og Stine Oftedal er givin.
![]()
Henny Reistad er greitt størsta norska stjørnan nú, og spældi hon eisini eina góða hálvfinalu, tá tað eydnaðist at vinna tryggan sigur á Ungarn (Mynd: EPA)
Fimta stóra endaspælið á rað er Noreg í finaluni. Tær skulu royna at endurvinna í seinasta dystinum hjá Thorir Hergeirsson, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá Noreg síðani 2009. Aftur er tað Danmark, sum skal basast, um gullið skal í hús til eitt EM-endaspæl.
Seinastu árini hava donsku kvinnurnar vunnið seg til at vera fastan gest í hálvfinalum. Seinasta gullið liggur tjúgu ár aftur í tíðini, men nú er Danmark aftur ein dyst frá. Tær í reyðum tóku skjótt leiðsluna og misti hana so at siga ikki aftur. Frakland var ongantíð frammanfyri men bjóðaði Danmark av so at siga allan vegin.
![]()
Anne Mette Hansen, sum spælir í Fraklandi til dagliga, gjørdist toppskjútti í dystinum við sjey málum og var eisini við í teimum flestu málunum hjá Danmark (Mynd: EPA)
Tað var 13-11 til Danmark í steðginum, og tað eydnaðist eisini bólkamótstøðuliðnum hjá Føroyum at skora í fyrsta álopinum eftir steðgin. Síðani steðgaði tað fullkomiliga upp í álopinum, og næstu tíggju minuttirnar skoraði Danmark einki mál. Tað var 14-14, og so tók Anne Mette Hansen sakina í egnar hendur: Hon vann brotskast, skoraði sjálv, og brádliga fekk Danmark seks mál á rað.
Hetta varð ov nógv at heintað hjá heimsmeistarunum. Serliga tá danska verjan var ógvuliga stinn, og Anna Kristensen vísti heimsklassa spæl í málinum. 16 bjargingar (43 prosent) og dagsins leikari, og saman við omanfyrinevndu Anne Mette tók Esbjerg-málverjin risa ábyrgd. Mia Højlund skúgvaði allan iva viks við flottum máli; Jesper Jensen vann taktiska dystin uttanfyri vøllin, og tær donsku kunnu fegnast.
![]()
Venjarin Jesper Jensen og málverjin Anna Kristensen hálvsfevnast á hallargólvinum í Wien beint eftir seinasta bríksl (Mynd: EPA)
(Mynd: DHF)
EM-hálvfinalur
Fríggjakvøldið 13.12 í Wiener Stadthalle
Noreg - Ungarn 30-22 (13-11)
Danmark - Frakland 24-22 (13-11)
Danmark og Noreg spæla EM-finalu sunnudagin klokkan 17 føroyska tíð. Noreg vann 27-24, tá liðini hittust í meginumfarinum í síðstu viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald