Dagur tvey í HM-endaspælinum hjá kvinnum er av. HM í Japan byrjaði tíðliga í gjáramorgunin, og øll liðini vóru í eldinum. Danmark og Noreg vunnu risasigrar - Holland og serliga Frakland taptu óvæntað.
Les meira her
Í dag vórðu seks dystir leiktir - liðini í tveimum av teimum fýra bólkunum vóru í eldinum.
Bólkur B:
Eftir sigurin við 25 málum á Avstralia í gjár var avbjóðingin hjá donsku kvinnunum nógv størri í dag. Surðurkorea helt eisini fram, har liðið slepti móti Fraklandi í gjár, og suðurkoreanarar vóru omaná fyri steðgin. Danmark kom tó vl út til 2. hálvleiki, og tað var ógvuliga tætt seianstu løtuna. Suðurkorea hevði møguleikan at avgerða dystin í seinasta álopinum, og tað hildu øll, at tær høvdu gjørt, men tað varð kolldømt, tí yvritraðk var í støðuni.
Frakland fekk eitt betri úrslit enn í gjár, men tað gjørdist ikki talan um meira enn eitt stig móti Brasil í málfátækum dysti, hóast heimsmeistararnir hildu Brasil niðri á bert sjey málum í 1. hálvleiki. Týskland vann sum væntað stórt móti Avstralia, ið bert fekk átta mál.
Úrslitini í dag:
Brasil – Frakland 19-19 (7-10)
Avstralia – Týskland 8-34 (4-16)
Suðurkorea - Danmark 26-26 (13-10)
Støðan:
Týskland 4
Danmark 3
Suðurkorea 3
Frakland 1
Brasil 1
Avstralia 0
Mikudagin (3. desember):
Suðurkorea - Brasil
Avstralia - Frakland
Danmark - Týskland
Bólkur C:
Rumenia, ið er í EM-undankappingarbólki saman við Føroyum, reisti seg eftir stórtapið fyri Spania í fyrsta dystinum. Christina Neagu skeyt heili 13 mál í sigrinum á Sengal.
Úrslitini í dag:
Kasakstan – Montenegro 21-30 (11-13)
Spania – Ungarn 29-25 (18-13)
Senegal - Rumenia 24-29 (12-15
Støðan:
Spania 4
Montenegro 4
Ungarn 2
Rumenia 2
Senegal 0
Kasakstan 0
Í morgin:
Bólkur A:
Kuba - Serbia
Angola - Holland
Slovenia - Noreg
Bólkur D:
Argentina - Russland
Kina - Argentina
Svøríki – Japan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald