Fótbóltur

Danmark skal hava nýggjan landsliðshóp og venjara

Ósemja millum danska fótbóltssambandið og leikararnar ger, at leikararnir ikki verða við til komandi landsdystirnar.

Danski landsliðsvenjarin Åge Hareide (Mynd: Scanpix)

Danski landsliðsvenjarin Åge Hareide (Mynd: Scanpix)

2018-09-03 10:18 Author image
Ari av Rana
placeholder

Danskur landsliðsfótbóltur hevur eina sera stóra avbjóðing fyri framman. Ósemja er millum danska fótbóltssambandið (DBU) og landsliðsleikararnir um handilsrættindi.

Í gjár valdi DBU at avvísa tilboðið hjá leikarunum um at leingja verandi avtalu til 1. oktober. Hetta kom óvart á leikararnar, sum høvdu væntað, at DBU fór at góðtaka tilboðið.

Nú DBU og leikararnir ikki hava funnið fram til eina avtalu, sær DBU støðuna soleiðis, at leikararnir eisini hava givið avboð til komandi landsdystirnar. Tí skal DBU finna leikarar til landsdystirnar móti Slovakia mikukvøldið og Wales sunnukvøldið, sum ikki longu vóru úttiknir.

Heldur ikki landsliðsvenjarin, Åge Hareide, verður við. Hann er í keðiligari støðu, tí at DBU er hansara arbeiðsgevari, meðan leikararnir jú eru partur av hansara liði. Nú skrivar TV2, at Åge Hareide hevur avgjørt ikki at verða við til hesar komandi landsdystirnar. Samstundis verður skrivað, at hugsandi er, at hann kanska gevst, tí at støðan er ótolandi fyri hansara yrkisleið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder