Hondbóltur

Danmark sló heimsmeistararnar út

Danmark koppaði Frakland og er harvið víðari til millumumfarið. Tað er Rumenia eisini eftir eitt frálíkt comeback. Noreg tapti dystin um fyrsta plássið í bólkinum og fýra stig víðari móti Hollandi.

Danskur rómur í Japan, nú liðið er víðari (Mynd: EPA)

Danskur rómur í Japan, nú liðið er víðari (Mynd: EPA)

2019-12-06 13:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

12 dystir eru leiktir í HM-endaspælinum í Japan. Talan var um teir seinastu dystirnir í bólkaspælinum, og tað var stórur spenningur og dramatikkur, nú talið av liðum ið kappast um heimsmeistaraheiti er minkað í eina helvt.   

Bólkur A:
Í dystinum um 1. plássi og møguligt fýra stig við til millumumfarið var leikferðin høg, og tað var undirhaldandi allan vegin. Noreg spældi frálíkt í 1. hálvleiki, har Stine Oftedal gekk á odda, men í 2. hálvleiki var Holland omaná við einari vælleikandi Tess Wester í málinum og fór avstað við sigrinum. Serbia tók seinasta plássið í millumumfari við sigri í tætta og avgerandi dystinum móti Slovenia.

Serbia - Slovenia 29-27 (12-11)
Angola - Kuba 40-30 (20-16)
Holland - Noreg 30-28 (14-18)

Holland 8
Noreg 8
Serbia 6
Angola 4
Slovenia 4
Kuba 0 


Bólkur B: 
Setningurin hjá Danmark var greiður: Ein sigur skuldi til móti heimsmeistarunum og evroepisku meistarunum Fraklandi, ið ikki hava havt eina góða kappinging, men sum høvdu nóg mikið við javnleiki. Danmark var tó omaná allan vegin, og serliga verjuparturin við einari frálíkari Sandru Toft í málinum gjørdist avgerandi. Toft bjargaði heili 47 prosent av skotinum, og fyrstu 15 minuttirnar fóru bert tvey mál inn.

[object Object]
Sandra Toft gjørdi lívið trupult hjá fronsku skjúttunum (Mynd: EPA)

Tað var 16-12 eina løtu í 2. hálvleiki, og tað líktist einum rímiliga tryggum donskum sigri. Men so nærkaðist Frakland, og kom á 17-16 eftir trý mál frá Alexandru Lacrabere. Anne Mette Hansen tók síðani veruliga ábyrgd við einum framúr standandi skoti, og síðani einum afturat. Tað bleiv 19-18, áðrenn Anne Metta breyt ígjøgnum við nøkrum sekundum eftir á klokkuni. Danski toppskjúttin Stine Jørgensen skoraði trygt úr sjey metrum, og so kundu tær donsku stófegnast: Víðari til millumumfari og eitt Ol-atgongumerki er framvegis gjørligt.

[object Object]
Anne Mette Hansen var avgerandi fyri Danmark - her í dysti móti Suðurkorea sunnudagin (Mynd: EPA)

Í dystinum um at vinna bólkin endaði tað við javnleiki. Hetta var til fyrimuns fyri Týskland, ið fær eitt stig fleiri við enn Suðurkorea, hóast Suðurkorea óvæntað vann bólkin.

Brasil - Avstralia 31-9 (15-5)
Frakland- Danmark 18-20 (9-7)
Týskland - Suðurkorea 27-27 (15-14)

Suðurkorea 8
Týskland 7
Danmark 7
Frakland 5
Brasil 3
Avstralia 0

Millumumfarið:
Holland 4
Týskland 3
Noreg 2 
Suðurkorea 2
Danmark 1
Serbia 0

Yvirlitið er yvir hvussu nógv stig liðini fáa við víðari. Tað er eftir hvussu nógv stig liðini hava fingið ímóti hinum, ið komu víðari. Nú spæla liðini úr bólki A móti teimum úr bólki B. Tvey hálvfinalupláss eru uppá spæl. Tað byrjar sunnudagin, har millum annað Danmark og Noreg hittast.


Bólkur C:
Í dystinum um 1. plássi og tey fýra stigini vann Spania í sera tøttum dysti móti Montenegro. Í dystinum um triðja plássi í bólkinum var Ungarn á veg ímóti víðari luttøku, men so vendi Rumenia øllum á høvdið. Liðið, sum var um ein háls í Høllini á Hálsi í EM-undankappingardystinum í heyst, át seg spakuliga inn í dystin. Stóri munurin á tí og í dag var, at Christina Neagu var við. Stórskjúttin skoraði 10 ferð, og Rumenia skoraði trý tey seianstu málini innan tveir teir seinastu minuttirnar og kom víðari. 

[object Object]
Neagu er ein av heimsins bestu leikarum, og í 2. hálvleiki í dag gekk hon veruliga á odda og sendi Rumenia víðari (Mynd: EPA)

Senegal - Kasakstan 30-20 (15-7)
Montenegro - Spania 26-27 (14-14)
Rumenia - Ungarn 28-27 (10-16)

Spania 10
Montenegro 8
Rumenia 6
Ungarn 4
Senegal 2
Kasakstan 0


Bólkur D:
Russland vann trygt á Svøríki, og fær fýra stig við sær til millumumfarið. Vertirnir komu víðari við tryggum sigri á Kina. Merkisvert var, at Kongo var omaná í 1. hálvleiki móti Argentina, men í 2. hálvleiki skoraði afrikanska liðið bert trý mál. 

Japan - Kina 35-18 (17-8)
Argentina - Kongo 25-16 (9-13)
Russland - Svøríki 30-22 (16-12)

Russland 10 
Svøríki 8
Japan 6
Argentina 4
Kongo 2
Kina 0

Millumumfarið: 
Spania 4
Russland 4
Montenegro 2
Svøríki 2
Rumenia 0
Japan 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder