Hópurin til dystirnar móti Kosovo og Montenegro varð kunngjørdur fyrr í dag. Fyrri dysturin er á heimavølli og tann seinni á útivølli - ávikavist 4. og 8. november - og atgongumerkini til dystin hjá Føroyum móti Kosovo komu til sølu mánadagin.
Sí eisini: Pauli Høj úttikin til komandi EM-undandystirnar
Summi atgongumerki eru farin til serliga stuðlar áðrenn, men sølan hevur gingið væl seinastu dagarnar. So mikið væl, at tey flestu sitiplássini við Tjarnir til Føroyar - Kosovo eru farin.
Seinnapartin vóru undir 100 eftir. Tað eru nógv, sum vilja síggja føroysku hondbóltsmennirnar royna at byrja væl í undankappingini til EM 2028.
Tað eru tó nakað av standiplássum eftir við Tjarnir; nøkur hundrað.
Pláss er fyri umleið 3.000 fólkum til slíkar dystir. Tað er vanliga fullsett til dystirnar hjá Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald