Tað er eitt pláss eftir í EM-hálvfinalunum. Tað fer til Niðurlond ella Danmarkar, og júst hesi bæði hittast í Wiener Stadthalle klokkan 17.
Noreg hevur vunnið allar sínar dystir - millum annað 27-24 á Danmark - og hevur vunnið annan bólkin í miðumfarinum.
Støðan í bólki 2 undan seinasta umfari í kvøld (Skíggjamynd: tv2.dk)
Noreg skal spæla hálvfinalu móti Ungarn fríggjakvøldið. Ungarn hevur gjørt sær dælt av støðuni sum vertstjóð. Liðið hevur vunnið allar sínar dystir í Debrecen, fyriuttan tann móti Fraklandi í gjárkvøldið (fimm av seks) og fer eftir fyrsta heiðursmerkinum í tólv ár.
Frakland hevur, eins og Noreg, vunnið allar sínar dystir og er heilt sum væntað til reiðar til hálvfinalu. Um tað verður móti Danmark ella Niðurlondum fæst greiða á í Wien í kvøld.
Kravið hjá Danmark, sum vann við níggju málum á Føroyum fyrr í kappingini, er at fáa stig. Fyriuttan dystin móti Noreg, hava danir gjørt reint borð, men móti Slovenia mánakvøldið vóru trupulleikar í verjupartinum. Tað gjørdi ilt verri, at Sarah Iversen sleit krosbandið og fekk meniskskaða í dystinum.
Hon fær sjálvandi ikki spælt meira, og Althea Reinhardt er eisini farin heim til Danmakar. Málverjin fekk ein bólt í høvdið til venjing sunnudagin. Tí vóru boð eftir royndu Sandru Toft.
Sí eisini: Danski málverjin elskar føroyska samanhaldið og førosyku náttúruna
Danmark og Niðurlond spæla avgerandi dystin um EM-hálvfinaluplássið í kvøld klokkan 17 føroyska tíð. Dysturin sæst á danska TV2 og á TV2 Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald