Annað

Danmark úti eftir brotssparkskapping

Eitt sera gott avrik hjá dønum og tríggjar bjargingar úr ellivu metrum frá Schmeichel, var ikki nóg mikið ímóti Kroatia.

Christian Eriksen var ein av dønunum, ið misnýtti í brotssparkskappingini
 (Mynd: EPA)

Christian Eriksen var ein av dønunum, ið misnýtti í brotssparkskappingini (Mynd: EPA)

2018-07-01 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark er úti av HM, men danir fullu við æru ímóti kroatisku favorittunum. Eins og fyrr í dag skuldi brotssparkskapping til fyri at avgera dystin. Har vórðu bert helmingurin av tíggju skotunum skoraði, har danir ikki vóru nóg avgjørdir. 

Tað vóru tvey lið, ið vóru í einari HM-áttandapartsfinalu fyri fyrstu ferð í tjúgu ár, sum hittust í Nishny Novgorad í kvøld. Kroatia, ið vann allar dystirnar í sínum bólki og skoraði sjey mál, og Danmark, sum kom víðari við fimm stigum og málúrtøkuni 2-1.

Tað varð væntað, at dysturin fór at vera heldur lukkaður. Men tað var sum ein hvirluvindur í byrjanini av dystinum. Tað var ikki gingin ein minuttur, so lá bólturin í kroatiska málinum. Vinstri bakkurin, Jonas Kundsen, spældi sínar fyrstu minuttir í Russlandi. Hann kastaði eitt langt innkast úr høgru, bólturin datt niður, og eftir eitt sindur av róti fór bólturin í málið umvegis høgra fótin hjá Mathias Zanka Jørgensen og kroatiska málverjan, Danijel Subasic. Ein dreymabyrjan hjá Danmark, men leiðslan helt ikki leingi.

Í fjórða minutti brutu kroatar ígjøgnum í høgru síðu. Danska verjan fekk ikki ruddað vekk, og so datt bólturin niður fyri føturnar á Mario Mandzukic, ið hamraði bóltin í málið til 1-1. Kroatia tók nú eisini av álvara yvir; kroatar vóru aggresivir í pressspælinum, og samstundis sum danir gjørdu fleiri mistøk og ikki fingu sítt spæl at hanga saman, so tyktist Kroatia væl koyrandi. Liðformaðurin Luka Modric stjórnaði spælinum væl, og Kroatia var væl omaná og skapti nakrar vandamiklar støður.

Seinasta korterið av fyrra hálvleiki kom Danmark nógv betri við, har Martin Braithwaite m.a. hevði ein góðan møguleika. Danir hildu á við góðu tendensunum í 2. hálvleiki, har liðið hjá Åge Hareide leingi hevði fult tamarhald á kroatum og dystinum og leikti væl. Serliga var tað Yussuf Poulsen, ið gav kroatum høvuðbrýggj í høgru síðu við sínum fysikki og klóka spæli, samstundis sum Danmark helt Modric, Rakitic og hinum niðri. Danir høvdu eisini góðar møguleikar og støður, men tað helt fram við at vera 1-1.

Kroatar mentust aftur, og ímóti endanum var tað meira liðið av Balkan, ið var nær við at avgera dystin. Men tað endaði 1-1, og so skuldi longd leiktíð til. Har løgdu danir sera væl út, og royndu at leggja trýst á Kroatia við deyðbóltum og øðrum, men kroatar svaraðu væl aftur ímóti endaum av fyrra hálvleikinum. Hvørgan av liðunum fingu av álvara lagt trýst á og sett tempo á. Leikararnir vóru sjálvsagt møddir, hóast bæði liðini nýttu fýra útskiftingar.

Tað sá út til at fara til brotssparkskapping, men tá 113 minuttir vóru leiktir, misti Danmark bóltin mitt á vøllinum. Modric gjørdi skjótt av, og sendi Ante Rebic í dýbdina. Komin inn í brotsteigin trekti hann framvið Kasper Schmeichel, og so gjørdi Zanka eina desperata roynd at fáa bóltin og steðga Rebic. Verjuleikarin feldi Frankfurt-áleyparan, og var kanska heppin ikki at fáa reytt kort. Men ístaðin fyri at Rebic kundi trilla bóltin í málið, so hevði Schmeichel ein møguleika at bjarga Danmark. Og tað gjørdi Leicester-málverjin; Luka Modric royndi seg, men 31-ára gamli málverjin las hann av, og so var møguleikin hjá Danmark framvegis har.

Í sjálvari brotssparkskappingini vóru málverjarnir eisini í fokus. Har var tað tó kroatiski Subasic, ið átti munin. Hann bjargaði frá Eriksen, Krohn-Dehli og Nicolai Jørgensen. Schmeichel leveraði eisini við tveimum góðum bjargingum, men tað var ikki nóg mikið, tá serliga tvey av skotunum hjá dønum vóru vánalig. Kroatia vann 3-2 í brotssparkskappingini, har Modric millum annað traðkaði til og skoraði.

Danmark spældi ein góðan dyst; klárt sín besta í endaspælinum, meðan Kroatia ikki rakti hæddirnar, burtursæð frá einum lítlum hálvum tíma í fyrra hálvleiki. Kroatia skal nú upp ímóti Russlandi í fjórðingsfinaluni.

Kroatia - Danmark 1-1 (1-1) * 5-4 eftir brotssparkskapping

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder