Danir vóru stórfavorittar undan mansfinaluni í hondbólti á olympisku leikunum, men at munurin skuldi gerast tvísiffraður, høvdu helst ikki nógv væntað.
Danmark var á odda við níggju málum í steðginum, 21-12, og úrslitið gjørdist 39-26.
Álopsspælið var framúr: Við nógvari ferð, ógvuliga høgari góðsku og heilt fáum mistøkum. Rasmus Lauge, Simon Pytlick, Mathias Gidsel og hinir spældu framúr. Síðstnevndi varð toppskjútti við 11 málum og kom harvið á 62 mál samanlagt í kappingini. Hetta er OL met fyri eina kapping.
Finalusigurin á 13 mál er eisini met.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Hetta er aðru ferð, at donsku menninir hava vunnið OL-gull. Fyrru ferð var í Rio í 2016. Tá spældi Hans Lindberg ikki - tað gjørdi 42-ára gamli vongurin tó eina løtu í dag. Mikkel Hansen skoraði øll síni brotskøst og fekk seinastu løtuna í álopinum. Niklas Landin hevði nógvar bjargingar í málinum, og málverjin endar saman við Mikkel Hansen á hægsts tindinum við landsliðnum.
(Mynd: EPA)
Síðstnevndi gevst heilt at spæla yrkishondbólt, og er 36-ára gamli maðurin úr Helsinge við gylta arminum ein av teimum heilt stóru í hondbóltasøguni. Tað er Landin eisini, og nú gongur hann fremst, tá gullheiðursmerkini skulu heintast.
Týskland fekk als ikki bjóðað Danmark av - týskarar fáa harvið silvur, meðan Spania endar við bronsuni eftir sigurin á Slovenia í morgun.
Týskland - Danmark 26-39 (12-21)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald