Annað

Dart: FM í Fuglafirði komandi leygardag

48 menn, 11 kvinnur og átta pør fara leygardagin 5. november at kappast í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-31 11:25 Author image
Innsent
placeholder

Um vikuskiftið verður FM fyri einstaklingar og pør í Mentanarhúsinum í Fuglafiðri. 48 menn, 11 kvinnur og átta pør verða við.

Tað verður gjørt nógv burturúr sum vanligt, og sum nakað nytt, so verður stroymt frá kappingini, heilt frá fyrsta dysti av.

Hjá monnum hevur eingin leikari, ið ikki umboðar Havnar Dartfelag vunnið nakra FM kapping í yvir 1000 dagar. Og hava teir báðir Jan McIntosh og Uni Árting verið einaráðandi.

Jan, sum fyri stuttum gjørdist Nr 5 í Evropa, er favorittur at vinna kappingina, men um hann ikki rakar dagin ordliga, so eru fleiri ið vilja vinna FM.

Uni er næstur í røðini, men eisini Jan Erik Fjallstein, Allan við Rætt, Niels Thomsen, Gunnar Mouritsen og Remy Gaardlykke kunnu gera seg galdandi, um teir raka dagin.

Í kappingini hjá einstaklingum hjá monnum, verður byrjað við teimum leikarum, sum á styrkilistanum liggja frá Nr 17 til 48, aðrenn teir bestu 16 koma inn í kappingina.

Hjá kvinnum hevur Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag verið einaráðandi seinasta árið, men tó so hevur Birthe Sikivat úr Argja Dartfelag mangan givið henni harða kapping. Eisini sóu vit til seinstu innleiðandi kapping, at tann mest rutineraða av teimum øllum, Joan Edvør Jacobsen úr Vága Dartfelag enaði í finaluni, so har kann gott gerast rættiliga spennandi

Beinta og Jan eru verandi FM vinnarar, og eru tey, tey bestu boðini uppá FM 2022. Men um tey ikki raka dagin, so kann alt henda.

Í tvímansleiki har átta tey bestu pørini frá árinum møtast, eru Jan og Uni stórfavorittar, men eisini her snyr tað seg um dagsformin. Um teir ikki gera tað, so eru tað serliga tvinni pør úr D9, ið kunnu arga: Remy/Marjus og Allan/Heri kunnu á einum góðum degi gera tað trubulet fyri favorittarnir, men eisini eitt par sum Jan Erik/Jón kunnu arga.

Kappingin í Fuglafirði byrjar klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder