Annað

Dart: NM byrjar í Reykjavík fyrrapartin

Átta føroyskir mans eru í Íslandi og skulu kappast næstu tríggjar dagarnar - leinkja til stroyming er við. Fyri tveimum árum síðani vóru nøkur góð føroysk úrslit til Nordic Cup.

Í føroyska ferðalagnum eru tvey lið hjá monnum. Ætlanin var eisini, at eitt lið við kvinnum skuldi fara við til kappingina, men skaðar, barnsburðarfarloyvi og okkurt avboð í síðstu løtu gjørdu, at kvinnuliðið hjá Føroyum var tikið úr kappingini (Mynd: Dartsamband Føroya)

Í føroyska ferðalagnum eru tvey lið hjá monnum. Ætlanin var eisini, at eitt lið við kvinnum skuldi fara við til kappingina, men skaðar, barnsburðarfarloyvi og okkurt avboð í síðstu løtu gjørdu, at kvinnuliðið hjá Føroyum var tikið úr kappingini (Mynd: Dartsamband Føroya)

2024-05-23 08:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dartsamband Føroya: Føroyska dart-landsliðið við monnum setti í gjár kósina móti Íslandi, har norðurlandameistara-kappingin í dart verður hildin hesa vikuna. Nordic-cup, sum kappingin vanliga verður nevnd, er á skránni annaðhvørt ár. Í 2022 var kappingin í Svøríki, og tað var fyrstu ferð í nýggjari tíð, at føroyska landsliðið tók lut í kappingini.

Kappingin í ár er í Reykjavík, og dystir eru á skránni hósdag, fríggjadag og leygardag. Spælt verður í einmansleiki og tvímansleiki. Umframt hetta eru liðdystirnir, har fýra leikarar eru á hvørjum liði.

Í føroyska ferðalagnum eru tvey lið hjá monnum. Ætlanin var eisini, at eitt lið við kvinnum skuldi fara við til kappingina, men skaðar, barnsburðarfarloyvi og okkurt avboð í síðstu løtu gjørdu, at kvinnuliðið hjá Føroyum var tikið úr kappingini.

Trupult er at meta um møguleikarnar hjá okkara leikarum, tí nógvir góðir leikarar eru á hinum liðunum. Finnland hevur sterkar leikarar á mannfólkasíðuni, men Finland er ikki við hesaferð. Svenska landsliðið er greiður favorittur. Danmark og Noreg hava gjørt stórar útskiftingar í teirra hópum seinasta árið, og tí kennir man ikki so nógv til teirra manning.

Føroysku menninir kláraðu í 2022 at vinna seg fram um Ísland samanlagt, og tá fingu Uni Árting og Jan McIntosh eisini bronsu í tvímansleiki. So tað er við spenningi, at lagt verður til brots í morgun, hósmorgunin, við dystunum í tvímansleiki.

Til ber at fylgja við øllum dystunum á tv.dartconnect.com og fleiri av dystunum verða eisini stroymdir 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder