Annað

Dart: Útlendingarnir fóru við øllum

Hetta vikuskiftið skipar Havnar Dartfelag saman við Dartsambandi Føroya fyri altjóða dartkappingunum á Glasi, og í einmansleiki í gjár fóru útlendingarnir við øllum.

2023-04-02 14:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin klokkan 11 vórðu fyrstu pílarnir kastaðir í einmansleiki.

Hjá monnum vóru 77 luttakarar, meðan kvinnurnar vóru 22. Og eftir at 276 dystir vóru spældir og 57.978 pílar kastaðir endaði kappingin kl 22.

Kvinnur
Hjá kvinnum vóru vónir um, at Beinta Joensen kundi gera um seg, og tað var eisini Beinta, sum kom longst av føroysku kvinnunum. Beinta kom í fjórðingsfinaluna, men har møtti hon hægst styrkismetta leikaranum, Annu Forsmark úr Svøríki, og har var einki at gera hjá Beintu, sum tapti 4-0. Í hálvfinalunum vóru einans norskir og svenskir leikarar, og tað endaði við, at Maud Jansson vann kappingina eins og hon gjørdi í 2022.

Menn
Hjá monnum høvdu flestu dartfólk vónað, at Jan McIntosh og møguliga eisini Uni Árting kundu fáa góð úrslit, eftirsum teir eru garvaðir og eisini hava flestu altjóða royndirnar. Men hvørgin teirra spældi upp til teirra besta í bólkaspælinum og tí møttu teir sterkari mótstøðu tíðliga í kappingini, sum gjørdi at teir ikki komu so langt sum vónað.

Men tíbetur vóru so aðrir føroyskir leikarar, sum kláraðu seg væl. Jan Erik Fjallstein, Gunnar Mouritsen, Jóan Jakku Joensen og Bogi Isaksen, komu allir í áttandaparts-finalunar. Her var tað tó einans Bogi, sum megnaði at vinna og kom sostatt víðari til fjórðingsfinalurnar.

Nú var spenningur, um Bogi eisini megnaði at koma í hálvfinaluna, og harvið sleppa á pallin at spæla í beinleiðis sjónvarpi. Og Bogi hevði eisini allar møguleikar at vinna dystin móti dananum Ivan Madsen, men Bogi kiksaði tær avgerðandi lukkingarnar og so vann Ivan 4-3.

Í hálvfinalunum vóru einans norskir, danskir og svenskir leikarar, og tað endaði við, at sviin Bjørn Lejon vann sína fyrstu altjóða kapping við sannførandi spæli.

Sunnudagin verður aftur spælt í einmansleiki. Rás1 hjá Televarpinum sendir beinleiðis frá avgerðandi sunnukvøldið frá kl. 18, eins og stroymt verður á Facebook-síðuni hjá Havnar Dartfelag.

Úrslit Tórshavn Open einmansleikur kvinnur
1. Maud Jansson, Svøríki
2. Elin Eikesdal, Noreg
3. Anna Forsmark, Svøríki
3. Milou Emriksdotter, Svøríki
Hægst útgang: Ingibjørg Magnusdóttir, Ísland 119
Fæst pílar: Maud Jansson, Svøríki 17

Úrslit Tórshavn Open einmansleikur menn
1. Bjørn Lejon, Svøríki
2. Ivan Madsen, Danmark
3. Brian Løkken, Danmark
3. Ole Johan Klyve, Noreg
Hægst útgang: Brian Løkken, Danmark 160
Fæst pílar: Ivan Madsen, Danmark 11

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder