placeholder
Annað

Dartkappingarnar í gongd aftur

Fyrsta kappingin verður á Skála leygardagin, og meldast kann til kappingina fram til mikukvøldið.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-15 14:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú summarferian endar, byrja dartkappingarnar aftur.

Fyrsta kappingin eftir summarferiuna verður á Skála leygardagin. Hetta er sætta kappingin í ár.

Kappingin er soleiðis skipað í ár, at teir bestu spælarnir eru í einum A bólki fyri seg sjálvar, og teir meir óroyndu í einum B bólki, so tað er møguligt hjá tí nyggja spælaranum at koma og royna seg, og hava ein møguleika at verða við í dystunum.

Talan er um opna kapping, sum ein og hvør kann melda til. Kappast verður bæði hjá kvinnum og monnum. Tilmelding, sum fer fram á heimasíðuni dartfo.com og skal tilmeldingin verða DSF í hendi aðrenn mikukvøldið á midnátt.

Landsliðið úttikið
Í gjøgnum summarið hava landsins bestu spælarar tó ikki havt nógv frí. Samlast hevur verið til landsliðssamlingar hjá bæði kvinnum og monnum. Hetta, í sambandi við, at landsliðini bæði skulu til Gandia í Spania seinast í september til EM.

Hetta er fyrstu ferð síðani DSF gjørdist limur í WDF, at Føroyar sleppur at royna seg í eini EM kapping. Í tí sambandi verður endaligu landsliðini úttikin aftana kappingina leygardagin.

Dart hevur tað gott og tó
Koronafarsóttin fór illa við dartítróttargreinini, serliga sæst hetta aftur á kvinnusíðuni, har tað í ár bert hava verið 8 kvinnur við.

Føroyameistarin í 2021, Beinta Joensen úr Klaksvíkar Dartfelag hevur verið á einum støði fyri seg sjálva, og førur klárt ratinglistan hjá kvinnum.

Dart er ein ítróttargrein har øll kunnu verða við, tað krevst ikki tann stóra útgerðin, men bara viljin til at gerast betur. Og aftanfyri tað liggur nógv venjing.

Hjá monnum er meir javnt, í løtuni liggja Uni Árting og Jan McIntosh úr Havnar Dartfelag fremstir, og vóru tað júst teir báðir, sum fyrr í ár fingu eina bronsumedalju í tvímansleiki til norðurlanda meistaraheitið.

Men beint í hølunum á teimum, eru fleiri sum saktans kunnu gera seg galdandi í toppinum. So spennandi verður nú, tá serliga tey sum hava verið rundan um landsliðini skuldu verið í top formi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder