Hann hevur sambært FaroeSoccer spælt 45 dystir í Betrideildini - 21 við barndómsfelagnum KÍ og 24 við ÍF, ið hann umboðaði í fjør.
Nú er 25-ára gamli fjølbroytti leikarin aftur í KÍ. Eftir at stutta samstarvið við AB steðgaði fyri áleið tveimum mánaðum síðani, hevur Dávid eitt skifti vant við besta liðnum hjá KÍ.
Seinastu tíðina hevur hann hugsavna seg um at gera próvtøkurnar á maskinmeistaraskúlanum lidnar, men í gjár kunngjørdi KÍ, at partarnir hava gjørt sáttmála fyri restiana av kappingarárinum. Sáttmálin er eisini galdandi fyri 2021.
Dávid spældi í gjár allar 90 minuttirnar í 2-0 sigrinum hjá næstbesta liðnum á Svangaskarði í gjár.
Flytingarvindeygað lat upp mánadagin.
Fótbóltur
Dávid aftur í KÍ
25-ára gamli leikarin spældi við 1. deild hjá barndómsfelagnum í gjárkvøldið og hevur skrivað undir sáttmála galdandi fyri restina av kappingarárinum og fyri 2021.
Dávid spældi við ÍF í fjør og skuldi spæla við AB í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-06-17 12:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald