Fótbóltur

Dávid Biskopstø Andreasen til B36

Ungi klaksvíkingurin vil spæla fótbólt og ikki sita á bonkinum. Næsta kappingarár spælir hann í hvítum.

Dávid B. Andreasen takkar her fyri dyst móti júst B36 (Mynd: Sverri Egholm)

Dávid B. Andreasen takkar her fyri dyst móti júst B36 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-09 17:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri at fáa meira spælitíð hevur Dávid Biskopstø Andreasen ynskt at sleppa til annað felag, og nú er avtala gjørd við B36.

Hesum boða bæði KÍ og B36 frá í dag.

Dávid Biskopstø Andreasen hevur sambært Faroesoccer luttikið í 46 dystum á besta mansliðnum síðan 2021 og skorað 6 mál.

[object Object]

Ungi klaksvíkingurin boðaði í september frá, at hann takkaði fyri seg á besta liðnum hjá KÍ. Hann spældi kortini við næstbesta liðnum.

- Eg eri sannførdur um, at hetta er eitt rætt stig at taka fyri báðar partar. B36 hevur lagt spennandi ætlanir fyri framtíðina, og eg fari geva mítt íkast við øllum tí, sum eg eigi, sigur Dávid Biskopstø Andreasen við heimasíðuna hjá B36.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder