Annað

David fekk gull og Heri silvur

Enn einaferð koma føroyskir boksarar heim við heiðursmerkum – hesaferð frá sælandsku meistarastevnuni.

David Kunoy, sælendskur meistari í nevaleiki

David Kunoy, sælendskur meistari í nevaleiki

2023-03-19 18:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Felagið Tórshavn Boksing fekk eitt gull heiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki við heim frá sælandsku meistaraskapunum um vikuskiftið.

David Kunoy fekk gullheiðursmerki, tá hann lættliga vann sína SM-finalu í dag.

Fyrst skuldi hann boksa hálvfinalu í gjár, og føroyski boksarin gjørdi skjótt av. Áðrenn ein minuttur var farin av dystinum, breyt dómarin dystin av fyri at telja yvir mótstøðumanninn, og tað gekk bert ein minuttur afturat, so taldi dómarin á øðrum sinni. Tá dómarin so eftir tveir minuttir og 33 sekund taldi á triðja sinni, kundi David kjósast til vinnara av hálvfinaluni – RSC í fyrsta umfari.

Í dag boksaði David so finaluna móti einum boksara frá Herlev, sum er ein av bestu boksiklubbunum í Danmark, og gitin fyri at uppala góðar boksarar.

Tíðliga í fyrsta umfari gjørdist greitt fyri bæði David og hjálparfólk hansara, at mótstøðumaðurin var pøstur og stríddist við andanum.

Dystarætlanin varð broytt, og David fekk boð um at skrúva upp fyri tempo’num fyri at møða mótstøðumannin enn meira.

Og hetta loysti seg. David hevði fult tamarhald á bæði øðrum og triðja umfari, og dómararnir løntu Davidi aftur við einum 5/0 finalusigri og harvið gullheiðursmerki um hálsin.

[object Object]

Silvur til 12 ára gamla Hera

Silvurið til Tórshavn Boksing fekk bert 12 ára gamli Heri Ziskason, sum var sloppin beinleiðis í finaluna í sínum vektflokki.

Heri boksaði ein góðan dyst, men megnaði ikki at gagnnýta sínar møguleikar til at fáa yvirvág í dystinum, og hann tapti at enda við dómaraatkvøðunum 4/1. Hóast tap, so vóru bæði boksari og venjarar nøgdir við innsatsin, og ivast verður ikki í, at Heri hevur gávur til góð úrslit í framtíðini.

Hinir báðir føroysku boksararnir, sum vóru við í sælendsku meistarakappingunum, taptu sínar innleiðandi dystir, og komu ikki víðari í finaluna.

Teitur Annand vísti góða boksing, men ikki nóg góða til at vinna á sínum manni henda dagin, og sama var galdandi fyri Nóa Jacobsen, sum ikki fekk vísti seg at hava ein av sínum bestu døgum.

Arbeiða við nýggjum slag av venjing

Men allir eru nakrar royndir ríkari, sum kunnu koma at gagna teimum framyvir, eru venjararnir samdir um.

- Hesar seinastu 4-5 mánaðirnir hava vit arbeitt við einum nýggjum venjingarhátti fyri David, sum vísir seg at virka sera væl, og nú skulu fleiri av boksarunum í felagnum við til henda háttin í royndini at gera teir eins væl fyri, og David er.

- Hvat vit gera, fara vit ikki so gjarna út við, men ein sannroynd er, at størsti parturin av protein-inntøkuni kemur frá turrum fiski og at rennivenjingarnar ganga fyri seg í brekkum og fjøllum, sigur venjarin, Martin Meng loyndarfullur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder