Annað

David støðgaði mótstøðumaninum í DM-finaluni

Boksararnir frá Tórshavn Boksing hava gjørt tað gott í DM-stevnuni á Djurslandi.

2023-04-29 22:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski nevaleikarin Dávid Kunoy gjørdist í kvøld danmarksmeistari fyri byrjarar. David brúkti minni enn ein umgang til at støðta mótstøðumanni sínum, Khalid Mukhtar úr Kalundborg, í finaluni í weltervekt (63,5-67 kilo).

David tók initiativið beinanvegin, og vísti nógv betri boksing. Tá fá sekund vóru eftir at fyrsta umgangi, vóru báir boksararnir í infight, og her eydnaðist tað David við høgra neva at raka mótstøðumannin hart í síðuna - móti livrini - og Mukhtar hoknaði í gólvið og varð taldur út.

David boksaði seg í finaluna fríggjakvøldið við at vinna hálvfinaluna móti einum boksara frá Team Bredahl.

Tveir boksarar frá Tórshavn Boksing eru við til DM-kappingina á Djurslandi.

Teitur Annand, sum boksar í lættweltervekt (60-63.5 kilo) hevur eisini tryggjað sær heiðursmerki. Hann vann fyrr í dag trygt hálvfinaluna móti Jeppe H. Petersen úr Herning, og skal í finaluni í morgin boksa móti einum boksara úr Gilleleje.

Væntanir eru um tvey gullheiðursmerki heim við 

[object Object]David saman við væl nøgdum venjarum, Nurlan Malaikev og Martin Meng


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder