Fótbóltur

De Bruyne og Hazard vandu ikki við í dag

Stjørnuleikararnir eru ógvuliga ivasamir til fjórðingsfinaluna móti Italia í annaðkvøld.

Kevin De Bruyne noyddist skaddur av vølli beinanvegin í 2. hálvleiki í áttandapartsfinaluni móti Portugal. Miðvallarin fekk eina harða takkling, og talan er um høvuðbrýggj hjá Roberto Martinez (Mynd: EPA)

Kevin De Bruyne noyddist skaddur av vølli beinanvegin í 2. hálvleiki í áttandapartsfinaluni móti Portugal. Miðvallarin fekk eina harða takkling, og talan er um høvuðbrýggj hjá Roberto Martinez (Mynd: EPA)

2021-07-01 19:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Champions League-finaluni var tað andlitið hjá miðvallaranum, ið fekk ein harðan umgang eftir nærdyst við verjuleikaran Antonio Rüdiger, og neyðugt varð við einari lítlari skurðviðgerð. Kevin De Bruyne var ikki við í fyrsta EM-dystinum hjá Belgia, sum var í Russlandi av hesari orsøk. Lukaku og hinir tóku sær av tí og vunnu 3-0. Í Parkini í dysti nummar tvey varð tó neyðugt at seta De Bruyne, Eden Hazard og Axel Witsel á vøllin fyri at venda dystinum. Nummar sjey kom inn frá byrjan í 2. hálvleiki - hinir báðir komu eina løtu seinni - og tað var reyðhærdi miðvallarin, ið gjørdi størst mun: Hann legði upp til 1-1 málið, sum Thorgan Hazard átti fótin á, og De Bruyne smekkaði sjálvur bóltin í málið aftanfyri Kasper Schmeichel til 2-1.

Kevin De Bruyne legði upp til mál hjá Lukaku í seinasta dystinum í bólkaspælinum, men í áttandapartsfinaluni í Sevilla sunnukvøldið takklaði João Palhinha 30-ára gamla City-miðvallaran hart aftanfrá, tá Belgia var á veg í snarálop beint fyri steðgin. Nummar sjey kom út á vøllin aftur, men noyddist næstan beinanvegin at ásanna, at tað ikki bar til at halda fram, tí økilin darvaði so mikið. Hann darvar enn. Skanningin mánadagin vísti einki brot, men De Bruyne hevur ikki fingið vant ordliga síðani - heldur ikki í dag

[object Object]
Takklingin hjá Palhinha, har verjukendi miðvallarin rakti vinstra økli hjá helst besta belgiska leikaranum...

[object Object]
...ið tíðliga í seinna hálvleiki noyddist út (Myndir: EPA)

Eitt er, at spælskiparin hjá Belgia helst ikki verður tøkur - tað eru eisini trupulleikar við gandakallinum á vinstra kanti. Eden Hazard hevur ikki fingið viðgongd í Real Madrid, men vísti móti til dømis Portugal at dygdirnar sanniliga eru har enn, og um Belgia skal fáa metal um hálsin, so er 30-ára gamli liðformaðurin ein av høvuðslyklunum.

10' arin tók sær til baklærið seint í dystinum, áðrenn hann varð skiftur út. Hazard hevur verið skaðadarvaður, men var innskiftari móti Russlandi og Danmark og byrjaði inni móti bæði Finnlandi og Portugal. Eden Hazard vandi ikki við í dag. Belgiski miðlarnir skriva, at hann og Hazard eru við á túrinum til München, men tað er ivasamt, um teir kunnu fáa nakran leiklut í dystinum, ið er ógvuliga avgerandi fyri gulta belgiska ættarliðið.

[object Object]
Hazard helt væl fast í bóltinum móti Portugal...

[object Object]...m
en noyddist av vøllinum orsakað av baklærinum (Mynd: EPA)

Hjá Italia er Giorgio Chiellini framvegis ivasamur. Verjuleikarin hevur ikki spælt síðani hann varð skiftur út miðskeiðis í dysti nummar tvey í bólkaspælinum móti Sveis. Italia hevur bert latið eitt mál inn - tað var 2-1 málið, sum Eysturríki fekk í yvirtíðini á Wembley leygarkvøldið.

Fjórðingsfinalan millum Italia og Belgia verður leiktur á Allianz Arena klokkan 20 í morgin, fríggjadagin 2. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder