- Tað er løgið, at tað skuldi taka so leingi, men deiligt at rætta avgerðin bleiv tikin. Nú er alt fokus sett á Young Boys, og vit gleða okkum til eina risa stóra uppgávu og uppliving í Sveis.
Soleiðis segði Jóannes Kalsø Danielsen, tá Portalurin tosaði við hann í gjárkvøldið - nakað eftir at tað var vorðið greitt, at UEFA hevði tikið avgerðina um, at KÍ fer víðari í Champions League uttan dyst
Les eisini: Slovan Bratislava tekur málið víðari
22-ára gamli høgri bakkurin hjá KÍ setur soleiðis orð á serligu støðuna í seinastu viku, tá dysturin móti Slovan Bratislava varð útsettur til fríggjadagin, og slovakiska meistarafelagið kundi senda nýggjar leikarar til Føroya, tí at ein koronatilburðir var í fyrra ferðalagnum, ið kom mánadagin.
- Frá mikudegnum til fríggjadagin royndu vit, alt tað vit kundu, at halda fokus uppá at spæla dystin ímóti Slovan Bratislava. Tó føldu vit okkum ongantíð heilt vísar í, at dysturin fór at blíva spældur, og tá blívur tað øðiliga trupult at fokusera uppá uppgávuna.
Fríggjadagurin 21. august upplivdi Jóannes soleiðis:
- Fríggjadagurin var heilt serligur. Um morgunin hoyrdist, at korona gjørdi um seg aftur í hópinum hjá Slovan, men so leingi sum vit einki fingu at vita frá UEFA, so skuldi dysturin spælast. Tá eg so geri meg kláran at fara oman á vøllin, hoyri eg í útvarpinum. at mótstøðuliðið var á veg vestur á flogvøllin, men vit tóku ongar kjansir og møttu til dyst sum vanligt. So fáa vit at vita, at dómarin veit ikki av nøkrum og hevur ikki avlýst dystin, so vit skulu út at hita upp og gera okkum klárar sum vanligt, 10 minuttir áðrenn dysturin skuldi byrja, eru vit í dystarklæðum og stilla okkum klárar at ganga inn á vøllin, sum vit plaga, vælvitandi at mótstøðuliðið var áveg heimaftur til Slovakia. Tá bríkslar dómarin dystin av, og vit fara flennandi út til venjing.
Meira óvissa - nú bíðar ein stórur biti
Í gjár fylti KÍ 116 ár. Dagurin gjørdist heilt serligur fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag, Endaliga avgerðin hjá UEFA um dystin fyrilá ikki fyrrenn áleið 72 tímar, at dysturin, í seinna føri, skuldi spælast við Djúpumýru. Hjá ársins verjuleikara í fjør var tað millum annað Settlers-kappingin, ið nakrir av leikarum hava, ið varð nýtt til at fylla bíðitíðina, til teir í Sveis komu fram til avgerðina, ið Jóannes Danielsen og hinir væntaðu og vónaðu:
- Vit væntaðu allatíð, at vit skuldu til Sveis. Í morgun (í gjár, red) pakkaðu vit kuffertini, fóru at venja klokkan 10 og væntaðu so, at vit skuldu flúgva til sveis klokkan 14, ella so skjótt sum UEFA dømdi okkum sum vinnarar. Men UEFA kom ikki við nakrari útmelding, so Kí vóru noyddir at útseta flogtúrin til í morgin. Vit hava sitið og spælt borðspøl o.a, ímeðan vit hava bíða og til síðst klokkan 17 í dag, blivu vit dømdir at vinna 3-0, og sleppa harvið at spæla ímóti Young Boys mikudagin. Hetta verður ein stórur biti at svølgja, men vit gleða okkum til uppgávuna.
Jóannes Kalsø Danielsen fekk sína debut á landsliðnum í 1-0 sigrinum á Malta í oktober í fjør. Í ár skal hann
Fyri Jóannes Kalsø Danielsen vóru onnur goð boð at frætta í gjár, tá nýggi A-landsliðsvenjarin las hansara navn upp á tíðindafundi:
- Man fekk landsliðsboð í øllum hesum ruðuleikanum. Tað eri eg sjálvandi stoltur av, og eg gleði meg til uppgávurnar har eisini. Men nú er tað Champions League fyst.
Hópurin hjá KÍ fór á flog klokkan 11, og er júst lent í Bern, har sveisiska meistaraliðið tekur ímóti klokkan 19.15 í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald