KÍ - Slovan Bratislava í 1. umfari í Champions League hevur hingið í leysari luft í næstan eina viku. Fyrst gjørdist greitt, at fysioterapetururin hjá slovakiska meistaraliðnum var testaður positivt fyri koronu, síðani at alt ferðalagið skuldi í sóttarhald ella av landinum, men at Slovan kundi senda nýggjar leikarar til landið fyri at spæla dystin fríggjadag ístaðin fyri mikudag.
Soleiðis varð, og dysturin varð útsettur til fríggjadagin. Trupulleikin var, at ein av leikarunum sum kom til landið hósdagin varð testaður positivt fyri korona, og hann varð aftur testaður positivt fríggjadagin. Eingin dystur varð í Klaksvík, Slovan Bratislava-ferðalagið fór av aftur landinum fríggjakvøldið, og síðandi varð bíðað eftir boðum frá UEFA.
Les eisini: Larmandi tøgn frá UEFA
At tað hevur tikið so langa tíð at avgreiða, kann ein bert gita ella meta um, men tað var neyðugt hjá KÍ at útseta ætlaðu ferðina til Sveis til í morgin, tí eingin endlig boð vóru komin frá UEFA. Men fyri hálvum tíma siðani komu tey, og nú er endaliga greitt, at KÍ er víðari í Champions League sambært Annex I.2.1, reglugerð fyri Champions League 2020/2021.
Hetta er fyrstu ferð, at KÍ er víðari í kappingini, og hetta gjørdist greitt á 116 ára føðingardegnum hjá felagnum, sum mikukvøldið skal umboða føroyskan fótbólt í 2. umfari í Champions League, har sveisiska meistaraliðið Young Boys vitjar. Hóast Føroyar eru á reyða lista hjá Sveis, hava føroyameistararnir fingið loyvi at ferðast til landið.
Slovan Bratislava tapir 3-0 á skrivaraborðinum og skal yvir í Europa League at spæla. At hendan avgerðin vekir stóra ónøgd í slovakiska felagnum, hjá fjepparum og øðrum er eingin ivi um.
Dagført: 17.35
KÍ skrivar soleiðis um støðuna:
Tað hevur tikið allan dagin at koma til niðurstøðuna, men stutt fyri klokkan 17 komu boð frá UEFA um, at KÍ er liðið, sum skal spæla móti Young Boys í Bern mikukvøldið.
Í niðurstøðuni sigur UEFA stutt, at sambært Annex I.2.1, reglugerð fyri Champions League 2020/21, er Slovan Bratislava dømt at tapa dystin 3-0.
Eini forloysandi boð, tí KÍ hevur verið í bíðustøðu, síðan tað kom fram, at ein korunutilburður var staðfestur í fyrra hópinum hjá Slovan Bratislava, sum kom til landið fyri einari viku síðan. Hendan bíðistøðan er nú vekk, og KÍ hópurin heldur sostatt fram við fyrireikingunum til dystin móti Young Boys. Eini boð, sum komu á sjálvum 116 ára føðingardegnum hjá felagnum.
Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at honum vantar orð, men sjálvandi fegnast felagið um rættvísu avgerðina hjá UEFA.
Føroyar eru á reyða listanum hjá Sveis vegna høga talið av smittutilburðum, men undantak er givið KÍ ferðalagið í sambandi við dystin. Fyrireikingar til ferðina til Sveis eru í hæddini, men enn er ógreitt júst, nær fráferðin verður.
Dysturin millum Young Boys og KÍ verður spældur í Bern klokkan 20.15 lokala tíð mikukvøldið (19.15 FØ tíð).
Fótbóltur
KÍ er víðari í Champions League
Tað hevur tikið allan dagin at koma til niðurstøðuna, og KÍ-hópurin hevur verið í bíðistøðu. Nú er endaliga greitt, at UEFA hevur dømt Slovan Bratislava at tapa, og KÍ fer til Sveis í morgin.
2020-08-24 17:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald