Málið um KÍ - Slovan Bratislava vil ikki heilt taka ein enda, ella tað vil siga; Slovan Bratislava vil ikki gevast.
Felagið boðaði fyri løtu síðani frá á heimasíðu sínari, at avgerðin um, at KÍ vann 3-0 uttan dyst í samsvarið við Annex I, 2.1 reglugerð fyri Champions League 2020/2021, er kærd til Court of Arbitration for Sports - stytt CAS. Hetta er altjóða ítróttardómstólurin, og tað er har, at Manchester City fyrr í ár fekk viðhald í kæruni um at verða útihýst frá evropeiskum fótbólti í tvey ár í samband við Financial Fair Play. Talan er um ein hægri dómstól.
- Vit eru øll vónbrotin í løtuni. Eg vil leggja dent á, at vit ikki eru í gongd við eitt stríð við UEFA, tí í hesum førinum er talan um órættvísar atgerðir frá føroysku myndugleikunum, sum gjørdu alt fyri, at dysturin ikki kundi spælast. Vit geva ikki upp og hava nóg mikið av grundgevingum og fakta á okkara síðu í hesum málinum. Tí hava vit kært avgerðina til Court of Arbitration for Sports, og vilja undir lógini royna at fáa tað, sum hoyrir til okkum.
Hetta sigur aðalstjórin í Slovan Bratislava við heimasíðu felagsins. Ivan Kmotrík Jr, sum allatíðina hevur verið sera kritiskur mótvegis føroysku myndugleikunum, sigur eisini, at KÍ ikki uppfylti krøvini í UEFA-protokolini, og frá føroyskari síðu vóru mistøk gjørd, og mismunur vístur í málinum.
Les eisini: KÍ er víðari í Champions League
Beint áðrenn klokkan 17 í gjár, trý samdøgur eftir ætlaðu dystarbyrjanina í Klaksvík, gjørdi aðalnevndin hjá UEFA av, at KÍ skuldi vinna uttan dyst. Um Slovan hevur nakran sum helst møguleika fyri at fáa hetta broytt er óvist.
Hópurin hjá KÍ er í løtuni í flogfari á veg til Bern, har Young Boys í annaðkvøld tekur ímóti í 2. umfari í Champions League.
Fótbóltur
Slovan Bratislava tekur málið víðari
Slovakiska felagið metir seg hava nóg mikið av grundgevingum fyri, at tað varð fyri mismuni og hevur kært avgerðina hjá UEFA til altjóða ítróttadómstólurin (CAS).
Koronasmitta var í báðum ferðaløgunum hjá Slovan Bratislava, sum komu til Føroyar (Mynd: jn.fo)
2020-08-25 12:10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald