Fótbóltur

Dennis Anghel skal nú royna seg í Danmark

16-ára gamli verjuspælarin hevur gjørt trý-ára sáttmála við Sønderjyske. Hann hevur gjørt vart við seg á ungdómslandsliðum og í 1. deild: - Eg síggi hetta skiftið sum eitt týðandi fet á mínari yrkisleið, sigur Dennis Anghel.

- Dennis hevur fingið eina góða fótbóltsupaling í Føroyum, og vit síggja fram til at arbeiða víðari við hansara menning og at úloysa tað, sum hann hevur í sær, sigur Jonas Hansen akadmistjóri (Mynd: Sønderjyske/B36)

- Dennis hevur fingið eina góða fótbóltsupaling í Føroyum, og vit síggja fram til at arbeiða víðari við hansara menning og at úloysa tað, sum hann hevur í sær, sigur Jonas Hansen akadmistjóri (Mynd: Sønderjyske/B36)

2026-01-24 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið á veg i eina tíð, og nú staðfestir B36 tað á Facebook-síðu sínari:

- 16 ára gamli Dennis Anghel flytur nú til Danmarkar, har hann fer at royna seg í akademinum í superligafelagnum Sønderjyske. Evnaríki verjuspælarin, sum hevur átt fast pláss á føroysku ungdómslandsliðunum seinastu árini, spældi fyrstu ferð á okkara næstbesta liði í fjør. Góðu avrikini vístu týðiliga, at hann er ein spælari í stórari menning.

Dennis Stefan Anghel er, sambært FaroeSoccer, skrásettur fyri 20 U-landsdystir. Fyri stuttum hevur hann havt 16-ára føðingardag, hevur B36'arin hevyr longu spælt seks U19-landsdystir.

Í B36 fegnast tey um, at úrslitið av ungdómsarbeiðnum gerst týðiligt. Dennis hevur í fleiri ár víst seg fram í ungdómsdeildini, og sambært FaroeSoccer spældi ágrýtni verjuspælarin, ið eisini kann røkja onnur pláss, 13 dystir og skoraði tvey mál í 1. deild.

Dennis Anghel er føddur og uppvaksin í Føroyum. Foreldrini eru úr Rumenia og gjørdu av álvara vart við seg í føroyskum ítrótti fyrr í øldini: Pápin Sorin Anghel við millum annað at vinna fýra FM-heiti og nógvar styepakappingar við EB/Streymi og Víkingi, og mamman Olina Alaru við at vera ein av fremstu hondbóltsspælarunum í fleiri ár - hon vann steyp sum profilur hjá bæði Stjørnuni og Tjaldrinum.

- Hann hevur fingið góða uppaling hóskar væl inn í Sønderjyske

Í sunnara parti av Jútlandi fegnast man um, at tað er eydnast at knýta unga føroyinginum at ungdómsdeildini (akademinum).

- Hetta eru spennandi tíðindi, og her eru stórir menningarmøguleikar í kringa og raska verjuspælaranum, er staðfestingin hjá Sønderjyske Fodbold

- Dennis hevur fingið eina góða fótbóltsupaling í Føroyum, og vit síggja fram til at arbeiða víðari við hansara menning og at úloysa tað, sum hann hevur í sær, sigur Jonas Hansen akadmistjóri

Partarnir hava gjørt trý-ára sáttmála. Dennis Anghel hóskar sum spælari og menniskjja væl til virðini hjá Sønderjuske, heldur Jonas Hansen - sjálvur sigur evnaríki spælarin, at hetta er rætta fetið:

- Eg eri errin av tí álitið, sum felagið hevur sýnt mær. Eg síggi skiftið sum eitt týðandi fet á mínari yrkisleið, og eg fari at koma inn við stórum eldhuga. Eg havi eit ynski um at arbeiða hart, sigur Dennis við Sønderjske Fodbold, har hann eisini fegnast um nýggju umstøðurnar.

Sí eisini: Sara Benjaminsen til FC Nordsjælland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder