Tað var ikki nógv at gera hjá Holger Rune, tá hann í kvøld spældi móti Novak Djokovic á stóra leikvøllinum, Centre Court, í Wimbledon.
21 ára gamli Holger Rune kom illa frá byrjan í áttandapartsfinaluni móti Djokovic, og kom ongantíð veruliga fyri seg.
(Mynd: EPA)
Við sett úrslitunum 6-3, 6-4 og 6-2 vann 16 ár eldri royndi serbin 3-0 og tryggjaði sær pláss í síni fimtandi fjórðingsfinalu í Wimbledon-kappingini.
(Mynd: EPA)
Novak Djokovic spældi í finaluni í fjør ímóti Carlos Alcaraz, men tapti til unga spaniólan.
Djokovic hevur vunnið 24 Grand Slam heiti og er í løtuni nummar tvey á styrkilistanum.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald