Hósdagin hevði Vágs skúli vitjan av landsstýrismanninum í barna- og útbúgvinarmálum, ið var á rundferð í Suðuroynni, skrivar skúlin í tíðindaskrivi.
Djóni Nolsøe Joensen hevur seinastu mánaðirnar fylgt væl við einari phd-verkætlan hjá Helga Winther Olsen á Námsvísindadeildini um virknaðin, sum rørsla hevur fyri likamligu og sálarligu heilsuna hjá børnum, og tí valdi hann at vitja og luttaka í rørslutímanum saman við 4. flokki.
![]()
Talan er um eitt samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Fólkaheilsuráðið og Vágs skúla.
Sambært Barna- og útbúgvingarmálaráðnum hava øll børn í Vágs skúla í tíggju vikur luttikið í Fit First rørsluvenjingunum, har tey hava havt rørslu tríggjar ferðir um vikuna umframt vanligu ítróttatímarnar.
![]()
Øll børnini í Tvøroyrar skúla hava eisini luttikið í granskingarverkætlanini, men sum kontrolbólkur fyri at máta virknaðin, um børnini ikki hava hesa rørsluvenjingina.
Eftir rørslutíman setti landsstýrismaðurin og starsvfólk úr barna- og útbúgvingarráðnum, næmingum og lærarum spurningar um átakið.
![]()
Tá landsstýrismaðurin hevði fingið sær eitt brúsubað eftir lidna venjing og spurnartíma, var upplegg frá lærararunum, ið eru knýttir at rørsluverkætlanini um tilgongdina, tilfarið, royndir og eisini "ringar í vatninum”, sum tey orðaðu seg.
Á middegi var døgurðasteðgur, og so var fundur millum leiðslunar í Tvøroyar og Vágs skúla, Fróðskaparsetur Føroyar, Fólkaheilsuráðið og landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, og embætisfólk hansara, um hvussu henda rørsluverkætlan kann halda áfram og møguliga eisini breiðast út til fleiri skúlar í Føroyum.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald