Annað

DM í vektlyfting: Fleiri føroysk met sett í gjár

Seks føroyingar luttaka í DM-kapping í vektlyfting, sum er í Valby hetta vikuskiftið.

Niels Áki Mørk og fimm aðrir føroyingar luttaka í DM í vektlyfting hetta vikuskiftið (Savnsmynd)

Niels Áki Mørk og fimm aðrir føroyingar luttaka í DM í vektlyfting hetta vikuskiftið (Savnsmynd)

2023-03-12 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið skulu føroyskir vektlyftarar fyri triðju ferð royna seg í DM-kapping í vektlyfting.

Hesa ferð verður kappast í Valby, og ikki færri enn seks føroyingar taka lut í kappingini – Maibrit Reynheim Petersen, Asta Egilstoft Nielsen, Leif á Bøgarði, Sofus Bech, Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen.

Á fyrsta degi megnaðu Asta, Leif og Niels Áki at seta føroysk met, umframt at Niels Áki setti eitt danskt senior met við 96kg í trekk, og gjørdi krav til Norðurlendsku Meistarheitini 2023 fyri vaksin, skrivar Føroya Styrkisamband.

Pól Hendrikur ognaði sær gull heiðursmerki í trekk, samstundis sum hann vann silvur heiðursmerkir í vend & stoyt og tveykamp. Pól Hendrikur var í tættari kapping við liðfelagin Alexander, ið megnaði at koppa gullið sín veg.

Leif hevði ein góðan dag í trekk. Allar tríggjar royndirnar vórðu góðkendar, umframt at hann fekk silvur heiðursmerki. Í vend & stoyt gekk minni gott, men hann fekk síðstu roynd góðkenda og eitt bronsu heiðursmerki. Tilsamans gav hetta enn eitt silvur heiðursmerki í tveykamp.

Niels Áki hevði ikki stóra kapping leygardagin, tó hevði hann nøkur met og eitt úttøkukrav, hann ætlaði at seta. Niels Áki megnaði at fáa annað metið, ið hann ætlaði at seta, umframt at klára úttøkukravið. Afturat hesum vann Niels Áki gull í øllum greinum.

Úrslit frá í gjár:

-59kg
Asta Egilstoft Nielsen
56/67/123

-61kg
Niels Áki Mørk
96/110/206

-67kg
Pól Hendrikur Andreasen
91/111/202

-81kg
Leif á Bøgarði
107/132/239

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder