Fótbóltur

Dolberg tók av - Danmark víðari við sannførandi sigri

Danska manslandsliðið skal fyri fyrstu ferð í 17 ár spæla í einari fjórðingsfinalu. Hetta er greitt eftir søguligan 4-0 sigur á Wales í Amsterdam, har miðáleyparin hjá Danmark gjørdist tvífaldur málskjútti á sínum gamla heimavølli. Nú bíða Niðurlond ella Kekkia.

Kasper Dolberg spældi ístaðin fyri skadda Yussuf Poulsen, og hann takkaði av álvara fyri álitið., tá Danmark fyri fyrstu ferð í beint undir 23 ár vann ein knockout-dyst í einum endaspæli (Mynd: EPA)

Kasper Dolberg spældi ístaðin fyri skadda Yussuf Poulsen, og hann takkaði av álvara fyri álitið., tá Danmark fyri fyrstu ferð í beint undir 23 ár vann ein knockout-dyst í einum endaspæli (Mynd: EPA)

2021-06-26 20:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 1998 vann Danmark 4-1 á Nigeria í Saint-Denis. Í áttandapartsfinaluni í HM-endaspælinum vóru millum annað Laudrup-brøðurnir í hopla. Tá dagurin í dag byrjaði, var tað framvegis ein sannroynd, at danir ikki høvdu vunnu ein knockout-dyst í einum endaspæli síðani sigurin 28. juni í 1998 í forstaðnum til París - tað er tað ikki longur, nú Danmark sum fyrsta liðið í EM 2020 (2021) er í fjórðingsfinalunum.

Í kvøld var tað fyrst og fremst miðáleyparin, ið vísti vegin fyri Danmark. Yussuf Poulsen skoraði móti bæði Belgia og Russlandi, men ein skaði í lærinum gjørdi, at Leipzig-áleyparin ikki var á dómaraseðlanum í dag. Poulsen var tó á bonkinum - í klædningsjakka - og hann sást stórfegnast í 27. minutti, eftir at avloysarin Kasper Dolberg smekkaði bóltin niður í longra málhorn, nakað til vinstru beint uttanfyri brotsteigin. Dolberg hevði fingið bóltin frá tjúgu-ára gamla stjørnuskotinum Mikkel Damsgaard, ið aftur í dag var eyðsýndur við sínum teknisku gávum og góðu og bráðræsnu flytingum.

[object Object]
Hann dugir heilt væl at avslutta - áleyparin hjá Nice, ið áður hevur skora fleiri mál fyri Ajax á Johan Cruyff Arena 

[object Object]
Myndir: EPA

Tað var annars Wales, ið byrjaði dystin betri, og serliga var tað Bale, sum var vandamikil í høgru. Danir fingu tó skjótt tamahald á, og tað tykist heilt greitt hjálpa, at Kasper Hjulmand flutti Andreas Christiansen úr miðverjuni og fram á miðvøllin, so at leikskipanin var 4-3-3 ístaðin fyri 3-5-2. Danska liðið hevði eina rúgva av hornaspørkum og vandamiklum støðum seinna helmingin av fyrra hálvleiki, og eitt 2-0 mál lá í luftini.

[object Object]
Bale hevði eina fína skotroynd tíðliga í dystinum...

[object Object]
...men danir høvdu vakið eyga eftir honum

[object Object]...og liðformaðurin kundi bert hyggja at, meðan danir skoraðu síni mál 


[object Object]Her skorar Dolberg til 2-0 (Myndir: EPA)

Tað kom beint eftir steðgin. 20-ára gamli høgri bakkurin úr Liverpool FC, Neco Williams, var komin inn fyri Connor Roberts, ið noyddist út við skaða í lærkrikanum stutt fyri stegðin. Tá Williams skuldi rudda eitt innlegg úr høgru burtur, rakti hann bóltin illa, og so var Kasper Dolberg til reiðar og smekkaði bóltin í málið uttan at himprast. Ísakaldi áleyparin úr Silkeborg gjørdist harvið tvífaldur málskjútti á leikvøllinum, har hann spældi nógvar dystir og skoraði nógv mál fyri Ajax í árunum 2015-2019. 23-ára gamli Dolberg hevði frammaundan spælt ein hálvan tíma í endaspælinum.

Stutt eftir málið flutti Hjulmand "AC" aftur sum miðverja og skifti aftur til 3-5-2. Hetta var millum annað fyri at darva Bale, sum í 2. hálvleiki spældi sentralt og fyri at verja seg móti renningunum hjá Aaron Ramsey, og Wales hevði ikki eit skot uppá mál eftir steðgin. Venjarin setti eisini tveir sera sterkar bóltspælarar, sum til dagliga spæla fyri Brentford, inn á sentrala miðvøllin: Mathias Jensen og Christian Nørgaard. Fyrrnevndi sendi í 88. minutti bóltin inn úr vinstru, Joakim Mæhle tók hann til sín, setti ein verjuleikara av, og setti so bóltin í netið til 3-0. Orkuríki og evnaríki Mæhle hevur av álvara gjørt vart við seg í endaspælinum, og hann skoraði málið til 4-1 móti Russlandi.

Hesaferð var tað ikki 24-ára gamli Mæhle úr Atalanta, sum setti punktum fyri Danmark í einum samanlagt tryggum sigri. Í yvirtíðini fann innskifti Andreas Cornelius Martin Braithwaite við góðari alvering, og Barcelona-leikarin setti bóltin í málið við vinstra beininum. Tað varð í fyrstu syftu kolldømt fyri rangsstøðu, men VAR-kanning staðfesti, at tað ikki var tað. Harvið gjørdist talan um størsta danska sigur í einum knockout-dysti í einum endaspæli nakrantíð.


[object Object]
Donsku áskoðarnir vóru sanniliga at hoyra í Amsterdam í kvøld - her fegnast teir um enn eitt mál (Mynd: EPA)

[object Object]Og her verður tvífaldi málskjúttin fagnaður (Mynd: EPA)

Harvið vann Damark 4-0 og skal spæla fjórðingsfinalu í Baku um eina viku. Mótstøðuliðið verður vinnarin av Kekkia-Niðurlond, ið spæla í morgin. Tað var júst Kekkia, ið Danmark spældi ímóti seinast, tá liðið var í einari fjórðingsfinalu. Tað var til EM-endaspælið í Portugal í 2004, tá danir og sviar komu víðari úr bólkaspælinum frammanfyri Italia - tá vóru 16 lið til EM, so Danmark  kom beinleiðis frá bólkaspælinum til fjórðingsfinaluna, ið varð leikt 27. juni í Porto og endaði við 3-0 sigri til Kekkia. 

Hjá Wales, sum í 2016 tók øll á bóli og spældi seg í hálvfinaluni, gjørdist áttandapartsfinalan endastøðin hesuferð.

Rættað: 27.06 kl. 01.33

Áttandapartsfinalurnar
Leygardagin 26. juni 

Johan Cruyff Arena, Amsterdam
Wales - Danmark 0-4 (0-1)
27' Kasper Dolberg 0-1
48' Kasper Dolberg 0-2
88' Joakim Mæhle 0-3
90 (+3) Martin Braithwaite 0-4

Wembley, London

20.00: Italia - Eysturríki (0-0)

[object Object]Mynd: tv2sport.dk


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder