Tvær heldur óvanligar hendingar vóru í tveimum ymiskum dystum í Meistaradeildini sunnudagin.
Á Skála fekk Rúni Gaardbo, sum leiddi dystin inni á vøllinum, ein skaða í lærkrikanum. Hetta gjørdi, at toftamaðurin í 2. hálvleiki stóð við síðulinjuna sum fjórði dómari.
Arnar Lognberg var, sum hann hevur verið áður, 4. dómari. Skopuningurin við royndum úr Undrinum og FSF var á vøllinum til 2. hálvleik millum Víking og Skála. Hetta var fyrstu ferð, at Arnar Lognberg passaði floytuna í Meistaradeildini - hann dømdi í Meistaradeildini hjá kvinnum fyrr á degnum
![]()
Arnar Lognberg uttast til høgru undan dysti á Eiði í fjør. Seinastu árini hevur 35-ára gamli skopuningurin verið hjálpardómari í nógvum dystumi Meistaradeildini (Mynd: Sofus D. Johannesen/FSF)
Í Gundadali skifti B68 málverja í 83. minutti.
Sum skilst hevði Tórður Thomsen ein snudd at dragast, og ein útskifting var í umbúna í steðginum. Men tað var eisini tí, at Tórður Thomsen hevur trý gul kort og harvið er eitt frá leikbanni.
Fyri at á tryggja, at royndi málverjin er til reiðar til botnbrakið móti Skála sunnudagin, framdi Aleksandar Jovevic útskifting. Og so kundi lokali Svend Danielsen eisini spæla sínar fyrstu minuttir í fremstu røð.
20-ára gamli toftamaðurin hevur verið eykamálverji í nógvum dystum seinastu árini.
Tórður Thomsen hevur stóran týdning, um B68 skal halda sær í deildini (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald