Í farnu viku vísti Aganevndin hjá Hondbóltssambandinum í avgerð sínari á, at mótmæli, sum varð lagt í dystinum millum Neistan og Stjørnuna í 1. umfari í steypakappingini, ikki varð lagt sambært kappingarreglunum og forskriftunum fyri tá mótmæli verður lagt.
- Mótmæli skal leggjast beint eftir, at skeivleikin er staðfestur ella møguligt mistak er gjørt, og skrivarin skal skriva mótmælið á dómaraseðilin. Dómaraborðið skal beinanvegin geva dómarunum fráboðan um mótmælið, og er spælið hereftir tikið uppaftur, hava partarnir góðtikið tað, sum er farið fram.
- Aganevndin staðfesti út frá frágreiðingunum, at dysturin var tikin uppaftur eftir hendingarnar uttan at mótmælið var lagt, og at hetta ikki var lagt fyrr enn løtu eftir at dysturin var av. Harvið var mannagongdin í kappingarreglu 5.17 ikki fylgd, sum greitt vísir á, at mótmælið skal leggjast beinleiðis í sambandi við hendingina, at partarnir hareftir skulu kunnast og at dysturin hareftir kann takast uppaftur.
Les eisini: Stjørnan fekk ikki viðhald í kæruni
Tey í Stjørnuni vístu í kæruni til dómsnevdina á, at grein 5.17 ikki kann nýtast í hesum førum, tí kæran varð eftir dystin góðtikin av dómara og dómaraboriðið, og um tað ikki hevði borið til at kært beint eftir dystarenda, so skuldi tað verið fráboðað á staðnum. Eisini verður ført fram, hví mótmæli ikki kemur beint eftir, at útvísing og brotskast varð dømt, og hví hetta ikki hevur nakra ávirkan:
- At mótmæli ikki verður lagt fram í sek. 29.56, kemst av tí orrustu sum var rundan um hetta, men tað verður mótmælt so skjótt møguleikin var til tað. Hetta er tann seinasta aktiónin í dystinum, og harvið er onki hent aftaná.
Neistin vann við einum máli á Stjørnuni (Mynd: Sverri Egholm)
Í kæruni til dómsnevndini, ið ikki varð gingin á møti, heldur Stjørnan fast í kravinum um umdyst. Serliga tí at "hvørki liðið eigur at lastast fyri eina skeiva avgerð hjá dómaranum", og í Klaksvík sakna tey framvegis eitt konkret svar uppá, hvørs avgerðin hjá dómarunum er røtt ella skeiv. Men Dómnevndin ger í niðurstøðu sínari 29. januar greitt, at hon ikki hevur heimild at gera úrskurð viðvíkjandi meting dómarans í ítøkiligu støðuni í dystinum.
Les eisini: Hálvfinalistarnir funnir
Dómararnir Bárður Danielsen og Rógvi Danielsen valdu at døma brotskast, eftir at mett varð, at Sonja Sirdal óregluliga órógvaði tríggjar metrar-kastið hjá Neistanum. Heimaliðið skoraði uppá brotskastið og avgjørdi dystin. Neistin endaði eitt stig frammanfyri Stjørnuna í bólkinum og skal harvið spæla hálvfinalue móti Kyndli.
Stjørnan hevur framvegis møguleika at kæra til Ítróttardómstólin hjá ÍSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald