Seinastu dystirnir í bólkaspælinum í Faxe Kondi-kappingini hjá kvinnum, vórðu leiktir seinnapartin.
Og greitt er, at onnur hálvfinalan verður grannauppgerð millum Kyndil og Neistan, meðan hin verður millum H71 og StÍF.
Í Høllini á Hálsi tók Kyndil ímóti vestmannakvinnum, sum mikudagin taptu móti StÍF. Ein sigur skuldi tí til hjá VÍF, men sterku kyndilskvinnurnar høvdu munin og vunnu 28-20. Hálvleiksstøðan var 13-8. Kyndil hevði longu undan dystinum í dag tryggjað sær hálvfinaluplássið, men við sigri í dag, endaðu tær greitt á fyrsta plássið.
Hitt liðið í bólki 1, sum spældi seg víðari var StÍF, sum mikudagin vann ímóti VÍF og í dag ímóti næstbesta liðnum hjá H71. StÍF vann 32-18 móti H71 2, og hálvleiksstøðan var 15-11.
Í bólki 2 var Stjørnan á vitjan hjá VB, og tað gjørdist ein knúsandi 37-24 sigur til klaksvíkingar. Støðan í hálvleikinum var 17-14 til útiliðið. Við sigrinum kemur Stjørnan upp á trý stig, sum ikki røkkur til eina hálvfinalu. Norðlýsið visti í gjár at siga, at Stjørnan hevur kært avgerðina hjá aganevndini um nógv umrødda brotskastið sum avgjørdi dystin móti Neistanum.
Í Hoyvík var dystur millum H71 og Neistan um fyrsta plássið. Neistin var væl við í byrjanini av dystinum, men sum fráleið dróg H71 frá, og vann dystin trygt 27-21. Støðan í hálvleikinum var 12-10 til hoyvíkingar.
Bólkur 1
Kyndil-VÍF (28-20) 13-8
Ásleyg Súnadóttir og Turið Arge Samuelsen 6 mál, Kyndil. Agnas Olsen og Durita Jojic 5 mál
StÍF-H71 2 (32-18) 15-11
Karin Holm Simonsen 6 mál, H71 2. Haruka Gima 7 mál, StÍF
Støðan í bólki 1
1. Kyndil (6 stig)
2. StÍF (4 stig)
3. VÍF (2 stig)
4. H71 2 (0 stig)
Bólkur 2
H71-Neistin (27-21) 12-10
Maria H. Weyhe 9 mál, H71. Brynja Høj 4 mál, Neistin
VB-Stjørnan (37-24)
Gurið K. Augustinussen 8 mál, VB. Tóra Eliasen 11 mál, Stjørnan
Støðan í bólki 2
1. H71 (5 stig)
2. Neistin (4 stig)
3. Stjørnan (3 stig)
4. VB (0 stig)
Hálvfinalurnar verða hesar
Kyndil-Neistin
H71-StÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald