Svenska manslandsliðið megnaði ikki at spæla seg til EM-endaspælið 2024 og heldur ikki til HM 2022. Svøríki flutti eisini niður til Deild C í 2022, og Janne Andersson segði seg úr starvi í november.
Í hesari vikuni gjørdist greitt, at ein dani verður avloysari. Jon Dahl Thomasson verður harvið fyrsti svenski venjarin síðani George Raynor. Bretin leiddi Svøríki til OL-gull, sum var nógv størri tá enn nú, í 1948, og í 1958 endaði hann sína tíð við HM-finalu á heimavølli, sum Brasil tó vann.
Jon Dahl Thomasson er eitt stórt venjaranavn í Svøríki, tí hann vann meistaraheitð í báðum sínum kappingarárum í Malmö FF. Hann leiddi eisini liðið til eitt bólkaspæl í Champions League. Seinni hevur Jon Dahl verið venjari hjá Blackburn Rovers í næstbestu donsku deildini, og hann hevur eisini roynt seg í Niðurlondum.
Jon Dahl Thomasson til tíðindafund undan Champions League-dyst í tíðini sum venjari hjá Malmö FF (Mynd: EPA)
47-ára gamli spældi eisini í nógv ár í niðurlendskum fótbóli, men er helst serliga kendur fyri sína tíð á danska landsliðnum. Har spældi áleyparin 112 dystir og skoraði 52 mál - millum annað átta mál í endaspølum, sum er danskt met. Jon Dahl Thomassen var kendur fyri sítt "instinkt", sína tryggju innarusíðu ("Verdens Bedste") og styrki í luftspælinum, hóast hann ikki var av hægstu monnum.
Í fýra ár var Jon Dahl hjálparvenjari hjá Åge Hareide á danska landsliðnum, og harvið hevur nýggi svenski landsliðsvenjarin royndir á tí økinum eisini.
Avtalan við svenska fótbóltssambandið er galdandi til og við HM-endaspælið í 2026. Í fyrru hálvu av hesum árunum eru venjingardystir á skránni - í heyst skal Svøríki royna at vinna seg upp i Deild B í Nations League aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald